|
Tann 29. oktober 2019 fylti psykiatriin í Føroyum 50 ár. Niðanfyri ber til at lesa greinar úr Sosialinum, stroyma fyrilestrar frá ráðstevnuni og hoyra samrøður, sum Kringvarið gjørdi í samband við føðingardagin.
Í samband við 50 ára dagin fyri psykiatri í Føroyum var serligt temablað gjørt, ið varð borið út í hvørt hús í Føroyum. Greinarnar eru tøkar niðanfyri. Les m.a. um avbjóðingar innan psykiatri sum stigmatisering, lukkaðu deild, psykiatri í mun til demens og avbjóðingar innan barna- og ungdómspsykiatri.
Psykiatrisk viðgerð á føroyskum máli og heima í Føroyum hevur í hesum døgum hálvthundrað ár á baki.
Les meira
Ein gerandisdagur á lukkaðu deild er broyttur til tað betra í tann mun, at sjúklingarnir ikki eru líka illa fyri, sum teir vóru fyrr. Tó er makt og beltifiksering ein partur av gerandisdegnum, og arbeiðið er ikki heilt vandaleyst.
Les meira
Tilgongdin frá innleggjan til ambulantu viðgerðina hevur havt við sær, at fólk í dag hava tað betri, og tey megna eitt vanligt lív hóast sálarligar avbjóðingar. Eingin er ein diagnosa. Men okkum tørvar opinleika og tolsemi fyri at koma á mál
Les meira
Nógv børn við sálarligum avbjóðingum koma ov seint í samband við Barna- og ungdómspsykiatriina. - Tað er heilt týðiligt eitt stigma knýtt at at koma her á deildina. Vit kundu ynskt, at tað gjørdist líka natúrligt at koma her, sum at fara á Barnadeildina ella Skaðastovuna
Les meira
Viðgerðin av sjúklingum við sálarligum avbjóðingum fevnir í høvuðsheitum um samrøðu- og heilivágsviðgerð. Men hvussu kann sjúklingurin hjálpast, tá hann ikki megnar at seta orð á sínar kenslur og tankar? Tí bjóðar Psykiatriin sjúklinginum hjálp við tónleiki og rørslu, soleiðis at hann kann finna samband við kroppin aftur
Les meira
Síðani 2007 hava føroyskir borgarar havt møguleikan at fáa viðgerð heima heldur enn inni á psykiatriska deplinum. Tilboðið verður nevnt Økispsykiatri og hevur havt við sær, at alsamt longri er millum innleggingarnar
Les meira
At gerast dement ella minnisveik er ein stoytur fyri fólk flest og teirra avvarðandi. Men tað er eingin deyðadómur. Við røttu hjálpini kann ein liva eitt gott lív við demensi í nógv ár
Les meira
Í samband við føðingardagin var skipað fyri stórari ráðstevnu við framløgum og fyrilestrum um menningina av psykiatri í Føroyum seinastu 50 árini.
Niðanfyri kunnu fyrilestrarnir frá ráðstevnuni stroymast.
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
Gyðja Tróndardóttir, B.S. Sc í samfelagsvísindum
Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni og depilsleiðari
Kára Bjarnadóttir, Cand. Mag. í retorikki
Í sofuni sita Pól Huus Sólstein, Anna Nolsøe Joensen og Anna Malan Jógvansdóttir.
Henrik Dahl, sjónvarpsvertur frá m.a. Rabatten á DR. Hesin fyrilesturin vendir sær til sálarsjúk, forvitin og serliga avvarðandi, øll fáa okkurt at hugsa um.
Psykiatriin 50 ár fekk sjónliga rúmd í miðlunum, og serliga gjørdi Kringvarpið nógv burturúr við samrøðum við starvsfólk, ið hava verið við frá byrjan.
Hoyr samrøðurnar á leinkjunum niðanfyri.
Petry Olsen og Marin Samuelsen vóru sjúkrasystrar, tá Árni Olsen lat upp fyrstu psykiatrisku deildina í Føroyum.
Hoyr samrøðuna her
Hetta sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, um støðuna til fólk við sálarligum avbjóðingum, nú psykiatriin í Føroyum hevur 50 ár á baki.
Hoyr samrøðuna her
Í dýpdini í Kvinnu, sum kom fyrst í november, var stórt fokus á sálarsjúku, har greitt var frá persónligum søgum og politisku raðfestingini, sum hevur ført við sær betri tilboð til børn og ung, at sálarlig skaðastova vónandi verður veruleiki.