Bíðilistar

MR skanning

MR skanning

MR skannari

KUNNING TIL SJÚKLINGAR, SUM SKULU MR-SKANNAST. 

Ein kanning tekur millum ½ og 1½ tíma, alt eftir hvat skal kannast. Kanningin er í fleiri pørtum og hvør partur varðar millum 2 og 8 minuttir.

 

Tað er umráðandi at kunna liggja pinnastillur, meðan kanningin fer fram. 

Skannarin larmar nógv. Møguleiki er at hoyra tónleik meðan kannað verður. 

Av trygdarávum sleppa sjúklingar við pacemakara ella magnetiskum metalli í kroppinum ikki í MR-skannaran. Av hesi orsøk SKAL ávísandi lækni útfylla MR-SKEMA SAMAN VIÐ sjúklinginum.

Um ein sjúklingur hevur klaustrofobi, kann ávísandi lækni, ella egin lækni, geva okkurt sissandi áðrenn kanningina. Hetta skal takast 1 tíma áðrenn kanningina.

 

Viðhvørt er neyðugt at geva kontrast í æðr í arminum.


Fyrireiking

Ávísandi lækni skal saman við sjúklinginum útfylla eitt MR-SKEMA, so eingi mistøk verða gjørd.

Um gallið skal kannast, skal sjúklingurin hava fastað í minst 6 tímar. 

Sjúklingurin má ikki hava nakað við sær inn í MR-skannara rúmið, sum er magnetiskt ella kann ávirkast av magnetismu, til dømis smyrsl, metalprýði, ur og annað.

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.