Bíðilistar

Intensiv deild (G1)

Inngongd

Lat aftur

Intensiv deild (G1)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

J. C. Svabosgøta 41-49
Veghædd, Bygningur G
100 Tórshavn
Tel. 30 45 00

Vitjunartíð

Vitjunartíð er í samráð við starvsfólkið

Leiðandi starvsfólk

Jórun Højgaard
Deildarleiðari

Elin Jensen
Yvirlækni

Um deildina
G1 intensiva deild er ein partur av Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Deildin er tann einasta av sínum slag í landinum, og tekur tí ímóti øllum sjúklingum, ið hava tørv á intensivari viðgerð og røkt.
Á intensivu deild eru 5 seingjarpláss til intensivar sjúklingar.
Viðrakning eftir skurðviðgerð v.m. er somuleiðis partur av deildini.
Deildin veitir serkønar hjálpa á medisinsku- , skurð- og barnadeildini og til nýføðingar á barnsburðardeildini.

Saman við anæstesideildini stendur intensiva deild harumframt fyri flutningi av intensivum sjúklingum frá Landssjúkrahúsinum til útlandið.

Umleið 900 sjúklingar verða innlagdir árliga.

Tá sjúklingur verður innlagdur
Tað er ikki altíð, at sjúklingur hevur stundir at taka ymiskt til sjálvrøkt við sær heimanífrá, tá ið hann verður innlagdur á intensivu deild.
Eigur sjúklingur lutir til sjálvrøkt, ið hann hevur tørv á undir innlegging, heita vit á avvarðandi um at koma við hesum, tá stundir eru til tess. Tekur sjúklingurin heiligvág, skal hesin fáast til vega skjótast gjørligt.  

Ávaringarskipanir
Sjúklingar á intensivu deild liggja við tøkniligari yvirváking sum ger, at starvsfólk áhaldandi kunnu gera sær eina neyvari meting av støðuni. Tólini hava ávaringarskipanir, sum kunnu tykjast ørkymlandi fyri bæði sjúkling og avvarðandi, um tey ikki vita, hvat hesar merkja.
Gevið gætur, at ávaringarskipanirnar fyrst og fremst eru ætlaðar sum trygd fyri sjúklingin.   

Fyrispurningar
Vaktarskifti og frágreiðingar um sjúklingarnar á deildini er kl. 07.00-07.30, kl. 15.00-15.30 og kl. 23.00-23.30.
Uttan fyri hesar tíðir eru avvarðandi vælkomin at spyrja til sjúklingin. Ringjast kann til Landssjúkrahúsið og biðja um Intensivu deild G1, ella beinleiðis til á telefon 304599, lokal 5840.
Best er, um ein avvarðandi kunnar seg um støðuna hjá sjúklinginum og síðani ber boðini víðari til onnur avvarðandi.  

Vitjanartíðir
Á intensivu deild eru ikki fastar vitjanartíðir. Tó er neyðugt at venda sær til leiðbeiningina í forhøllini, sum síðani varskógvar deildina um vitjandi. Harafturat er neyðugt at venda sær til eitt av starvsfólkunum, áðrenn farið verður inn til sjúklingin. Eftir kl. 23.00 og í vikuskiftinum er hurðin inn á deildina stongd.
Tað er umráðandi hjá sjúklinginum, at umhvørvið er friðarligt. Tí eiga í mesta lagi tvey avvarðandi at vitja sjúklingin í senn.

Av tí at fleiri sjúklingar kunnu liggja inni á somu stovu, kann vitjanartíðin verða ávirkað av hesum. Tað kann verða neyðugt at biðja avvarðandi bíða við at fara inn á stovuna, til nærri boð verða givin.

 Verður barn innlagt intensivu deild, fær annað av foreldrunum altíð loyvi at vera innlagt saman við tí.

Blómur
Vegna vanda fyri ovurviðkvæmi, og av trygdarávum, eru blómur og livandi ljós ikki loyvd á deildini. 

Uppihaldsstovan
Ein uppihaldsstova er til avvarðandi at nýta. Inngongdin til hesa er fyrsta hurð til vinstru á gongini inn á deildina.

Av reinførisávum hava einans starvsfólk atgongd til køkarnar á deildini.

Gisting
Møguleiki er fyri gisting á Gestalonini á Eirargarði til sjúklingar, sum ikki eru innlagdir og/ella til avvarandi.
Les faldara um Gestalonina her. 

Starvsfólk bera samleikakort
Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum bera samleikakort. Hetta fyri at sjúklingar og avvarðandi kunnu skilja ímillum persónar og fakfólk, tey samskifta við. Samleikakortið upplýsir navn, starvsheiti og depilin, starvsfólkið starvast á.

Fartelefon
Neyðugt er altíð at sløkkja fartelefonir, áðrenn farið verður inn á intensivu deild G1. Ynskja avvarðandi at sleppa at tosa við tann innlagda, ber til at ringja beinleiðis til sjúklingatelefonina á deilini; tel.nr. er 304549.

Sí faldara til avvarðandi at sjúklingum á Intensivu deild her 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.