Bíðilistar

Tannlæknastovan (B4 skurðdeild)

Inngongd

Lat aftur

Tannlæknastovan (B4 skurðdeild)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Samband

J. C. Svabosgøta 41 - 49
FO-100 Tórshavn

Tel. 30 45 00
Fax 30 46 10
Teldupostur: tannln@ls.fo

Viðtalutíð

Fyri at fáa tíð á tannviðgerardeildini krevst ávísing frá tannlækna ella kommunulækna.
Ávísingar kunnu sendast til tannl@ls.fo, fax 30 46 10 ella við posti til:

Tannklinikkin
Landssjúkrahúsið
J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Tá ávísingin er móttikin á Landssjúkrahúsinum og støða tikin til viðgerð, verður bræv sent heim til tín.

Tannlæknastovan tekur sær av visitiatión, kanningum og viðgerðum hjá børnum og vaksnum við serligum tørvi, sum verður ávíst til tannlæknastovuna á Landssjúkrahúsinum.

Barnatannrøkt

 

Tannrøkt hjá vaksnum menningartarnaðum

Nakrar ferðir um árið er Birita Ellefsen tannlækni á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðsøkið hjá Biritu er visitatión, kanning og viðgerð av vaksnum við menningartarni, ið ikki kunnu viðgerast í vanligari privatpraksis.

 

Skurðviðgerð 
Thomas Starch-Jensen, sertannlækni í tand-, mund- og kæbekirurgi, tekur sær av teimum sjúklingum, ið hava tørv á skurðviðgerð í narkosu og serligum trupulum skurðviðgerðum. Harafturat eru kæbekirurgar og ortodontar frá Ríkissjúkrahúsinum á LS eina ferð um várið og eina ferð um heystið.

Allar aðrar skurðtannlæknaviðgerðir verða at vísa til teir tannlæknarnar í privata geiranum, sum vanliga taka sær av slíkum uppgávum. Skaðatilburðir (trauma), sum krevja skurðviðgerð, verða viðgjørdir inni á Landssjúkrahúsinum ella sendir til serdeild uttanlands.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.