Bíðilistar

Oyrna-nasa-hálsdeild (B4 skurðdeild)

Inngongd

Lat aftur

Oyrna-nasa-hálsdeild (B4 skurðdeild)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

J. C. Svabosgøta 41-49,
Hædd 4, Bygningur B
FO-100 Tórshavn

Oyrna-nasa-hálsdeildin
Teldupostur: skurdinfo@ls.fo

Hoyriklinikkin
Teldupostur: hoyriklinikkin@ls.fo

Telefontíðir

Oyrna-nasa-hálsdeildin
Mánadag - fríggjadag
kl. 10 - 12
tel. 30 46 22



Hoyriklinikkin
Mánadag - hósdag
kl. 09.00 - 12.00
tel. 30 45 12
Skrivari: Connie Magnussen

Leiðandi starvsfólk

Bjarki Ellefsen, yvirlækni

Oyrna-nasa-hálsdeildin tekur sær av kanning, viðgerð og eftirviðgerð av sjúklingum við medisinskum- og kirurgiskum sjúkum í oyrna-nasa-hálsøkinum. 
Serlæknin á Oyrna-nasa-hálsdeildini hevur eisini ábyrgd fyri Hoyriklinikkini, sum tekur sær av sjúklingum við niðursettari hoyrn.   

Oyrna-nasa-hálsdeildin er partur av Skurðdeplinum, og eru vaksin fólk innløgd á seingjardeildini á skurð, ella á viðrakningstovuni á intensivu deild G1.
Børn, sum eru innløgd á hesi deild, eru innløgd á Barnadeildini, B5.

Starvsfólk
Á ONH-deildini eru 1 yvirlæknar, 2 læknaskrivarar og 4 sjúkrarøktarfrøðingar:
Bjarki Ellefsen, yvirlækni

Hvønn mánað koma danskir konsulentar við ymiskum undirsergreinum innan ONH-økið at arbeiða á Oyrna-nasa og hálsdeildini. 

Fía Aagaard, læknaskrivari
Rúna Næs Joensen, læknaskrivari
Sigga Gleðisheygg, sjúkrarøktarfrøðingur
Mariann Mikkelsen, sjúkrarøktarfrøðingur
Sunneva Jacobsen, sjúkrarøktarfrøðingur
Ann Ellefsen, sjúkrarøktarfrøðingur  

Tilknýtt er Hoyriklinik við starvsfólkunum Hjørdis í Liða, audiologiassistentur, Marita Jøkladal, audiologopedur og Connie Magnussen, skrivstovufólk.

Stuðul til hoyritól
Sambært kunngerð um stuðul til hoyritól eigur Hoyriklinikkin at veita brúkaranum bíligasta nøktandi hoyritólið og taka avgerð um, hvat best hóskandi og bíligasta hoyritólið er. Umsøkjarin rindar sjálvur kostnaðin, tó í mesta lagi 2.000 kr. fyri hvørt hoyritól.

Um góðkendur privatur veitari verður nýttur
Um umsøkjari, sum er 18 ár ella eldri, velur heldur at nýta góðkendan privatan veitara av hoyritólum, ber til at søkja um stuðul frá Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum til keyp av hoyritóli. Stuðulin er í mesta lagi 4.000 kr. fyri hvørt hoyritólið.
Privatur veitari av hoyritólum skal kunna brúkaran um, at treytin fyri at fáa stuðul er, at brúkarin er vístur til viðgerð við hoyritóli av serlækna í oyra, nøs og hálssjúku, og skal innan viðgerð tryggja, at brúkarin hevur fingið játtað stuðul frá Landssjúkrahúsinum. 
Les neyvari um vanligu treytirnar fyri hoyritól í Kunngerð um stuðul til hoyritól    


Les meiri her um:
At taka mandlur  

Góð ráð við næsabløðan  

At taka polyppir  

Oyrnaskurðviðgerð  

Útistandandi oyru  

Hoyriscreening av pinkubørnum 








Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.