Bíðilistar

Stjórn

Lat aftur

Stjórn

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Samband

Stjórnarskrivstovan
Eiragarður 13
100 Tórshavn
Tel. 304500
T-postur: ls@ls.fo

Stjórn

Steinar Eirikstoft
Sjúkrahússtjóri
og forstjóri í Sjúkrahúsverkinum

Gunnvá Guttesen
Varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Tummas í Garði
Varastjóri í Sjúkrahúsverkinum

Stjórnarskrivstovan

Ella Larsen, stjórnarfulltrúi
T-postur: ella@ls.fo

Úlvhild Teitsdóttir, samskiftisfulltrúi
T-postur: ulvte@ls.fo

Ari av Rana, samskiftisfulltúi
T-postur: arira@ls.fo

Landssjúkrahúsið verður stýrt av sjúkrahússtjórn, sum er forstjórin í Sjúkrahúsverkinum og tveir varastjórar.

 

  Steinar Eirikstoft

Forstjóri í
Sjúkrahúsverki Føroya 

  Gunnvá Guttesen

Varastjóri
Landssjúkrahúsið

 Tummas í Garði

Varastjóri í
Sjúkrahúsverk Føroya 

 

Sjúkrahússtjórnin
Sjúkrahússtjórnin hevur í felag yvirskipaðu leiðsluna av Landssjúkrahúsinum. Sjúkrahússtjórnin er í útinnan av sínum arbeiði fevnd av galdandi lóggávu, viðtøkum, rundskrivum, v.m. umframt avgerðum hjá Heilsumálaráðnum. Sjúkrahússtjórnin umboðar Landssjúkrahúsið úteftir. Limirnir í sjúkrahússtjórnini hava sínámillum upplýsingarskyldu. Leiðsluavgerðir verða at taka í felag, og so vítt gjørligt í semju. Sjúkrahússtjórin hevur ábyrgd av, at avgerð verður tikin. Sjúkrahússtjórin hevur endaligu ábyrgdina av rakstrinum á sjúkrahúsinum mótvegis Heilsumálaráðnum.

Uppgávur hjá stjórn 

  • ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, íverkseting og samskipan av arbeiðsuppgávunum á sjúkrahúsinum 
  • ábyrgd fyri støðugari menning á sjúkrahúsinum, soleiðis at sjúkrahúsið støðugt tillagar seg tørvinum hjá sjúklingunum og broytingunum í  treytunum hjá sjúkrahúsinum 
  • ábyrgd fyri gerð av uppskoti til fíggjarætlan
  • ábyrgd av at góðkend fíggjarætlan verður hildin
  • ábyrgd fyri at hagtøl og leiðslukunning yvir virksemi á sjúkrahúsinum verður fingin til vega
  • ábyrgd fyri at sett verða mál fyri sjúkrahúsið innan kanningar-, viðgerðar-, røktar-, endurvenjingar- og fyribyrgingarøkini, umframt fíggjar
    og starvsfólkaligu økini í trá við tey mál og stevnumið, sum verða ásett í Heilsumálaráðnum og samstarv við stovnar við tilknýti til heilsu- og almannaøkið
  • Ábyrgd fyri samráðingum við samstarvsstovnar innanlands og uttanlands
  • Samábyrgd fyri útinnan av teimum nevndu uppgávunum, tó soleiðis at stjórin hevur endaligu ábyrgdina av, at neyðugu avgerðirnar verða
    tiknar 
  • Avgerðarrættin og ábyrgdina av hvussu sjúkrahúsið verður skipað undir sjúkrahússtjórnini, men er tó fevnd av reglum, sum Heilsumálaráðið hevur sett fyri hesum
Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.