Bíðilistar

Grundøki

Grundøkið

Landssjúkrahúsið umfatar eitt grundøki uppá 150.000m2 báðu megin J. C. Svabosgøtu. Gólvvíddin er 50.000 m2.

 

undefined

Eirargarður
Omanfyri vegin, á Eirargarði, liggja psykiatrisku deildirnar, fyrisiting, goymsla, vaskarí, snikkaraverkstaður, maskinverkstaður, veitsluhøll, køkur og matarhøll.
Harumframt bygningarnir B71 har Heilsumálaráðið og Sjúkraflutningstænastan húsast, og B72, B73 og B74 við íbúðum, ið verða útleigaðar til starvsfólk og partvíst til sjúklingar og avvarðandi.

  

undefined

J.C. Svabosgøta
Niðan fyri vegin eru medisinskar deildir í grøna B bygninginum.
Í G bygninginum finnast skurðdeildir og intensiv deild, skaðastova og blóðbanki. 
Í eldra A bygninginum skurð-/føðideild og fysioterapi. 

  

undefined

Granskingarlonin
á J. C. Svabosgøtu, hýsur Eygnadeildini umframt granskarum á LS.
Harumframt Fólkaheilsuráðnum, Ílegusavninum og FarGen.  

 

Deildir kring landið
Landssjúkrahusið hevur fleiri deildir kring landið.
Økispsykiatri finnist í Klaksvík, Runavík, á Oyri, í Suðuroy og í Vágum.
Støðir hjá Sjúkraflutningstænastuni liggja á Lambareiði og í Miðvági.

Landssjúkrahúsið tekur sær somuleiðis av sjúkraflutningi í Sandoynni.

Landssjúkrahúsið hevur eisini ljósmøðratænastu kring alt landið.  
 

 

Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn
Landssjúkrahúsið yvirtók í seinnu helvt av 2014 raksturin av Sjúklingahotellinum Tórshavn.
Tað er Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum, sum skipar ferðaflutning og innivist til sjúklingar, sum hava fingið ávísing til viðgerð

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.