Bíðilistar

Menningartarn

Menningartarn

Menningartarn verður eisini kallað oligofreni, og sum øll onnur, kunnu eisini fólk við menningartarni fáa psykiatriskar avbjóðingar. Tað er psykiatriski parturin, sum er serkunnleiki á Psykiatriska deplinum og ikki menningartarni í sjálvum sær.

Les meira um oligofrenipsykiatri her

Oligofrenitoymið á Psykiatriska deplinum

 Viðgerð av psykiatriskari sjúku hjá vaksnum við menningartarni

Endamálið er at veita fólki við menningartarni eitt rúmligt tilboð, har veitt verður dygdargóð viðgerð, íð livir upp til nútímans krøv í mun til aktuellan sálarligan trupulleika, við sjúklinginum í miðdeplinum. Strembað verður eftir eini heildarfatan av sálarstøðuni hjá honum ella henni, sum hevur menningartarn. Endamálið er eisini at virka heilsufremjandi tvs. styrkja lívsmót, gleðið, evnini at virka og kensluna av yvirskoti í gerandisdegnum, umframt at arbeiða frá ósjálvbjargni til økt sjálvbjargni og fyribyrgjandi við at kunna, undirvísa og vegleiða bæði sjúkling, starvsfólki og avvarandi.

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.