Bíðilistar

Ofta spurt

Ofta spurt

Ofta spurt

Hvussu sleppur man framat?

Fyri at koma framat til viðgerðar á Psykiatriska deplinum, er neyðugt við ávísing frá kommunulækna ella frá serlækna.

Hvussu fer ein viðgerðargongd fram?

Aloftast er fyrsta stig á leiðini ein útgreining í mun til at áseta eina diagnosu og síðan viðgerð í mun til trupulleikarnar. Útgreining og viðgerð tekur støði í bæði biologiskum, psykologiskum og sosialum atlitum og kann sostatt fevna um fleiri átøk samstundis. Dømi um hetta kann verða terapeutiskar samrøður, heilivágur, fysioterapi, ergoterapi, atferðarterapi, konditions- og styrkivenjing, samrøður um lívsstíl o.m.a.

Verður man altíð innlagdur?

Nei, flestu fólk klára seg við ambulantari viðgerð, tað vil siga, at tey bert møta til sjálva viðgerðina, og klára seg annars heima sum vant. Men viðhvørt kann tørvur verða á meira intensivari útgreining og/ella viðgerð, og tá er møguleiki fyri at verða innlagdur. Tað eru læknar her á staðnum, sum meta um, hvørt neyðugt er at bjóða innlegging ella ikki.

 

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.