Deildarkunning
Fysioterapiin á Psykiatriska Deplinum er ein partur av fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum.
|
ÁvísingTað er kommunulæknin sum ger av at ávísa til Psykiatriska depilin. Tað eru læknar her á staðnum sum avgera, um ávísast skal til psykiatriska fysioterapi. |
Deildarleiðsla
Álvur Hansen, leiðandi fysioterapeutur
|
Fysioterapideildin á Psykiatriska deplinum (P35)
Fysioterapiin á Psykiatriska Deplinum er ein partur av fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum.
Ambulantir og innlagdir sjúklingar við psykiatriskari sjúku
Sjúklingar, ið eru tilknýttir psykiatriska depilin, kunnu ávísast til fysioterapi av psykiatara ella lækna á psykiatriska deplinum. Allir ávístir sjúklingar verða kannaðir og fáa hóskandi fysioterapeutiska viðgerð.
Hvat er psykiatrisk fysioterapi
Fokus ið psykiatriskari fysioterapi er at stuðla sjúklinginum í at skilja samanhangin ímillum kropp og psyku At síggja menniskjuna sum eina dynamiska eind, har kroppur og psyka hanga saman og ávirka hvønn annan. At hava fokus á tær ressoursir persónurin hevur og arbeiða víðari út frá teimum.
Lættir um: angist, tunglyndi, vøddaspenning, svøvnólag, órógv, strongd
Betrar um: Kroppsfatanina, sjálvsvirðið, sjálvsálitið og sosiala førleikan.
Individuel- og bólkaviðgerð
Serviðgerð
Basic Body Awareness Therapy (BBAT) - individuelt og bólkar