Bíðilistar

Intensiv uppfylging ...

Intensiv uppfylging ...

Intensiv uppfylging og fyribyrging av sjálvmorð aftaná útskriving

 

“Eitt sjálvmorð, er eitt sjálvmorð ov nógv”

Sjúklingur sum verður innlagdur í samband við eina sjálvmorðsroynd, er í øktum vandi fyri at gera enn eina roynd beint aftaná útskriving. 

Kanningar vísa, at vandin og títtleikin fyri sjálvmorð og sjálvmorðsroynd er heilt upp til 44 ferðir størri,  samanborið við títtleikan og vandan fyri sjálvmorð millum landsins borgarar annars. Somuleiðis verður víst á, at um borgarin hevur ambulanta viðtalu, er vandin fyri sjálvmorði minni, men er tó 8 ferðir størri enn hann annars er, millum fólk vanligt. Størsti vandin er fyrstu dagarnar og upp til eina viku eftir útskrivan.

Sum ein liður í fyrbyrgingararbeiðnum, og eftir ávísng frá lækna her á staðnum, setir ein sjúkrarøktarfrøðingur seg í samband við sjúklingin skjótast gjørligt aftaná at hesin er útskrivaður, í flesu førum longu dagin eftir. Intensiva uppfylgingin strekkir seg í mesta lagi yvir ein mánað. 

Talan er tó bert um sjúklingar sum ikki longu eru í fastari skipan.

Tænastan er virkin í dagtímum, vanligar yrkadagar millum 8-16.

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.