Bíðilistar

DAT

DAT

Dialektisk Atferðar Terapi (DAT)

DAT er ein viðgerðarháttur, ið serliga er ætlaður persónum, ið hava Kensluliga Óstøðugt Persónleikaólag (KÓP) ofta kallað borderline. Viðgerðin snýr seg um, at læra seg førleikar og at hugsa meira dialektiskt. Tað vil siga, at man lærir at skoða støður og kenslur meira fjøltáttað, heldur enn alt/onki, kann/kann ikki, svart/hvítt og antin/ella. Ímynda tær eina vippu, har alt er á einu síðuni, og onki á hinari. Skal ein slík vippa haldast vatnrætt, er neyðugt at halda javnvágina. Tí skal man læra seg at koma inn á miðjuna, har javnvágin er hin besta. Ein av stóru trupulleikunum hjá menniskjum við KÓP eyðkennum er, at vippan stendur á skák ferð eftir ferð.

Viðgerðin snýr seg um bæði at góðtaka og at broyta. Í tí sambandi er vippan eisini ein góð ímynd. Øðrumegin skulu umstøðurnar og kenslurnar góðtakast, sum tær eru, og hinvegin skal eisini okkurt broytast. Aftur snýr tað seg um at koma inn á miðjuna á vippuni, har til ber at gera eitt sindur av báðum. Um man bara góðtekur, heldur man  áfram við at hava tað ringt og hongur fastur í gomlum hættum at virka uppá. Og um man bara broytir, fær man ikki seg sjálvan við og veit ikki, hví man ger, sum man ger. Tað verður meiningsleyst, og tí nærum ógjørligt at halda fast í. 

4 grundeindir eru í viðgerðini:

Førleikavenjing í bólki

Einstaklingaviðgerð

Telefonsamband

Viðgerar, sum arbeiða í toymi

Førleikavenjing:

Førleikavenjingin fer fram í bólkum. Í bólkinum eru 2 viðgerar sum standa fyri frálæruni. Bólkurin fær frálæru í ymiskum førleikum. Førleikarnir eru býttir upp í 4 høvuðsbólkar (modul):

  • Uppmerksemisvenjingar (mindfullness)
  • Relasjónsvenjingar
  • Venjingar í kensluregulering
  • “Halda-út” venjingar

Førleikavenjingarnar eru einaferð um vikuna og vara í 2½ tíma við einum kaffisteðgi. Hvørt modul er í einar 8 vikur, burtursæð frá uppmerksemisvenjingunum, sum bert er 2-3 vikur. Harafturímóti eru hesar venjingarnar millum hvørt av hinum modulunum. Sjúklingarnir fara ígjøgnum førleikavenjingarnar minst tvær ferðir, áðrenn farið verður víðari til stig 2.

Einstaklingaviðgerð:

Er man í DAT viðgerð, gongur man eisini hjá einum einstaklinga-viðgera einaferð um vikuna. Her ber til at tosa um teir trupulleikar, sum man hevur tørv á hjálp fyri at loysa. Tað er tó ein ávís stigskipan í mun til, hvat hevur størstan týdning at taka upp í einstaklingaviðgerðini. Eisini tosar man um, hvussu man brúkar førleikarnar og kann gerast betri til at brúka tað, man hevur lært. Tað, man tosar um hjá einstaklinga-viðgeranum, verður ikki avdúkað í bólkinum, uttan so at man sjálvur ger tað.

Telefonsamband:

Møguleiki er fyri døgn-telefonsambandi við einstaklingaviðgeran. Tað sambandið kann nýtast í hesum førum:

  • Til ber at ringja, um man er í kreppu og ikki veit, hvønn førleika man skal nýta.
  • Um man hevur tørv á at verða mintur um, hvønn førleika man skal nýta í eini ávísari støðu, og heilt stutt fáa endurnýggja, hvat tað snýr seg um.
  • Fær man kensluna av, at sambandið til viðgeran er í vanda, so ber til at ringja og fáa eitt prát við viðkomandi um tað. Á tann hátt ber til at tryggja sær, at alt er í lagið. Tað er sera týdningarmikið, at sambandið við viðgeran er gott, av tí at øll viðgerðin kann verða tengd at tí.

Telefonsambandið skal ikki brúkast til hugnaprát ella viðgerð. Hevur man gjørt skaða á seg sjálvan ella roynt at tikið lívið av sær sjálvum, sleppur man ikki at ringja til viðgeran í 24 tímar aftaná, tí tað kann styrkja um keðiligar kenslur og handlingar.  Hetta verður mett at vera viðgerðarórógvandi.

Toymi:

Í DAT eru fleiri viðgerar, sum arbeiða í einum toymi. Í toyminum tosa tey saman og geva hvør øðrum góð ráð til viðgerðina av hvørjum einstøkum sjúklingi og leggja ætlanir fyri førleikavenjingina.

DAT er býtt upp í fýra stig:

Stig 1

Á fyrsta stigi verða punktini raðfest soleiðis:

1: Trygd og javnvágur. Tað vil siga, at man arbeiðir við at halda sjúklingin á lívi, og við at halda henni/honum frá at skaða seg sjálvan.

2: At sleppa undan viðgerðarórógvandi atferð, sum t.d. illvilja, ikki møta upp ella møta ov seint, ikki at gera heimaarbeiði o.s.fr.

3: Betra um atferð, sum minkar um lívsdygdina, t.d. OCD, lygusøgur, misnýtsla og etingarólag.

4: Læra førleikar. Stig 1 er liðugt, tá man er rættiliga væl førur fyri at stýra sínum kenslum og knappiligu innskotum.

Stig 2

Hetta stigið snýr seg um eksponering, við tí endamálið at klára at vera í kenslum uttan at víkja undan. Á hesum stigi arbeiðir man við ógvusligum hendingum, sum man hevur verið út fyri, og sum hava gjørt skaða. Hetta verður ikki gjørt á fyrsta stigi, tí sjúklingurin tá ikki hevur førleikar til at at taka hond um tað. Tað kann vera sera pínufult, og í summum førum lívshættisligt fyri sjúklingar, sum ikki hava førleikarnar.

Stig 3

Tá man er rokkin til stig 3, hevur man ikki longur KÓP eyðkennini, og man byrjar at arbeiða við meira “vanligum” trupulleikum.

Stig 4

Hetta stigið snýr seg nógv um at kenna seg heilan. At vera nøgdur við at vera tann, man er.

Á Psykiatriska deplinum verður sjúklingurin vanliga avsluttaður í viðgerðini, tá málini á stigi 2 er rokkin.

Í DAT hevur man eisini nakað tey kalla at ”bøta um”. Tað vil siga, at um man kemur ov seint, ikki hevur gjørt heimaarbeiðið o.s.fr., skal man leggja eina ætlan fyri, hvussu hetta ikki hendir aftur. Tað kann bæði verða sjúklingurin og viðgerin, sum skulu “bøta um”. Man skal eisini “bøta um”, um man hevur havt viðgerðarórógvandi atferð, sum t.d. at lata verða við at siga frá, tá man hevur skatt seg sjálvan.

Tá man er byrjaður í DAT, skrivar man ein sáttmála við einstaklingaviðgeran, har tað m.a. stendur: Høvuðsmál fyri viðgerðini, avtalur millum sjúkling og viðgera, og hvussu leingi man væntar, at viðgerðin fer at vara. Oftast skrivar man undir fyri eitt ár í senn, men tað kunnu vera umstøður, sum gera, at man skrivar undir fyri eitt styttri tíðarskeið. Tá sáttmálabundna tíðin er um at verða liðin, verður endurskoðað, um man framvegis hevur tørv á og gleði av viðgerðini, og um man skal halda áfram. Verður mett, at man skal halda áfram, skrivar man ein nýggjan sáttmála. Sáttmálin tryggjar,  at samarbeitt verður um at betra um lívsstøðuna hjá sjúklinginum.

 

 

 

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.