Bíðilistar

ADHD

ADHD

ADHD

ADHD toymið hevur serkunnleika í at útgreina og viðgerða vaksin við ADHD

 

Tilgongdin til økið vaksin við ADHD er vaksandi á Psykiatriska deplinum.  

Alsamt fleiri fáa staðfest ADHD sum børn ella ung, og kanningar vísa, at fleiri teirra hava framhaldandi tørv á viðgerð tá tey eru vorðin vaksin.

Orsøk: Mett verður at 76 % av tilburðunum av ADHD skyldast arvafrøðið

Útbreiðsla: Mett verður at uml. 2 % av øllum vaksnum dønum, t.v.s. uml. 100.000 danir hava ADHD. Vit hava tíverri ikki føroysk tøl, men verða donsku tølini umroknað við sama lutfallið til Føroysk tøl, kann roknast við at tað eru eini 1000 vaksnir føroyingar, ið hava ADHD. 

Ofta fylgir niðursett lívsgóðska við óviðgjørdari ADHD, eins og aðrar psykiatriskar sjúkur kunnu fylgja við sum t.d. ótti og tunglyndi.

Rátt verður til at seta inn á fleiri økjum í senn: 

  • Heilivágsviðgerð, í gevur bata í mun til kjarnueyðkennini til umleið 70 % av teimun vaksnu við ADHD. Kjarnueyðkennini eru ónøktandi uppmerksemi, trupuleikar við at hugsavna seg, impulsivitetur og innara rastloysi.
  • Psykososial átøk, ið fevna um psykoedukatión, atferðarterapi, sosiala førleikamenning – saman við ávísari broyting innan umhvørvið, t.d. við at ráðgeva, vegleiða og par- ella familjuterapi. Hetta hevur týdning, bæði í mun til kjarnueyðkenni, og til  at minka um fylgjurnar, sum kunnu standast av ADHD.

Les meira um ADHD hjá vaksnum her 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.