|
Tað eru ymiskir klagu- og kærumyndugleikar, sum taka sær av klagumálum um sjúkrahusverkið, alt eftir hvat klagað verður um.
Á heimasíðuni hjá Heilsu og Innlendismálaráðnum kanst tú lesa neyvari um tínar møguleikar fyri at kæra/klaga um kanning ella viðgerð, tú hevur fingið í føroyska og danska heilsuverkinum.
Sí faldara her, sum í stuttum greiðir frá klagu- og kærumøguleikum í heilsuverkinum.
Gev gætur, at tær nýtist ikki at klaga um ávísar persónar fyri at kunna fáa endurgjald. Heldur ikki er neyðugt, at heilsustarvsfólk skal hava gjørt nakað mistak, fyri at sjúklingur skal kunna fáa endurgjald.
Fulltrú
Um tú kærir vegna onkran annan, skal viðkomandi veita tær fulltrú.
Tørvar tær hjálp til at kæra, hevur tú møguleika at seta teg í samband við Rættarhjálpina.
Ynskir tú neyvari kæruvegleiðing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stjórnarskrivstovuna á Landssjúkrahúsinum.
Gera vart við ónøgd
Ónøgd við røkt ella tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum kunnu sendast beinleiðis til deild, depilsleiðslu ella stjórn á Landssjúkrahúsinum. Send ein T-post til ls@ls.fo og skriva hvønn klagan er stíla til.
Rís&Rós
Landssjúkrahúsið setir sum mál at veita sjúklingum eina góða heilsutænastu og arbeiðir miðvíst við at liva upp til tað, ið væntað verður av framkomnum sjúkrahúsum. Vit frætta fegin frá tær, um tú hevur uppskot ella viðmerkingar, tí tey hjálpa okkum at kenna økir, ið virka væl, og økir, har høvi er fyri batum. Skriva til okkara á ls@ls.fo
Uppskot og viðmerkingar av hesum slag verða ikki roknaðar sum kærur.