Bíðilistar

Blóðtøpp í heilanum

Blóðtøpp í heilanum

Blóðtøpp í heilanum

Apopleksi er ein bráðfeingis sjúka, sum krevur bráðfeingis viðgerð. Millum 120-130 nýggir tilburðir verða árliga staðfestir í Føroyum.
Um ein fær blóðtøpp í heilan, kann hetta í ringasta føri hava við sær, at ein doyr ella fær álvarsligt og varandi mein. Men soleiðis nýtist tað ikki at vera. 

Minuttirnir eru dýrir - ring 112 beinanvegin
Um tú verður rakt/ur av blóðtøppi í heilanum, er tað avgerandi, at tú fært viðgerð skjótast møguligt.
Kemur tú á sjúkrahúsið beinanvegin eftir fyrsta tekinið um blóðtøpp, er tað møguleiki fyri, at tú kanst fáa heilivág, sum kann upploysa blóðtøppin. Hetta verður kallað trombolysa. Jú fyrr, viðgerðin fer í gongd, jú størri eru møguleikarnir fyri at koma burturúr hesum við góðum úrsliti.   

Reagera, um tú merkir brádligar broytingar!
Vanliga merkir ein ikki pínu, um ein hevur fingið blóðtøpp í heilan. Hetta merkist mest soleiðis, at ein verður lamin ella missir megina í armi ella í beini, følir einki ella, at ein fær trupulleikar við at tosa.
Um tú sjálv/ur merkir tekin um blóðtøpp í heilanum ella gerst varug/ur við, at ein starvsfelagi, ein í familjuni ella annar kemur út fyri hesum, ring so beinanvegin 112! Ring heldur eina ferð ov nógv enn eina ferð ov lítið!

Ring 112, tá tú verður varug/ur  við hesi tekin/eyðkenni:
• Brádligt lamni ella niðursett megi/følisansur í armi ella beini øðrumegin á likaminum
• Brádliga ilt við at finna ella siga orð
• Brádliga hangandi munnviki
 
Tað er týdningarmikið, at tú ikki ”svevur uppá tað”, um tú merkir hesi tekin/eyðkenni. Hóast tekinini eru horvin aftur ella kanska bert vardu einar tveir minuttir, skalt tú ringja 112!

 

Nøkur eru í størri vanda enn onnur
Øll kunnu verða rakt av blóðtøppi í heilanum – eisini tey ungu! Men nøkur eru í størri vanda enn onnur. Her snýr tað seg um:

• Fólk sum roykja
• Fólk sum hava diabetes
• Fólk við høgum blóðtrýsti

70% av teimum, sum rakt verða, eru omanfyri 70 ár.   

Ert tú heilsustarvsfólk, les faldaran:
Apopleksi- hvør minuttur telur!

Plakat
Plakat at hanga upp - t.d. á tínum arbeiðsplássi.

Trýst á myndina niðanfyri fyri at prenta plakat. 

 undefined 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.