Bíðilistar

Útsett - Mentanarnátt á Landssjúkrahúsinum 4. juni

2. JUNI 2021

Á Mentanarnáttini fer Landssjúkrahúsið aftur í ár at lata dyrnar upp til forvitnislig støð á sjúkrahúsinum, har fólk vanliga ikki hava atgongd.

Gongutúr í tunnlinum
Vit bjóða gongutúr í tunlinum undir sjúkrahúsinum, frá bygningunum á Eirargarði og oman til høvuðsbygningin. Byrjað verður við reyðu lonirnar, haðani gingið verður undir psykiatrisku sjúkrahúsbygningarnar oman til Tænastubygningarnar, og víðar undir J. C. Svabosgøtu oman í forhøllina á Landssjúkrahúsinum. Túrurin er eitt vet undir ein kilometur og tekur áleið 15-20 min.
Í Forhøllini verður okkurt leskiligt til góman.
Nær: Tveir túrar verða, ávikavist kl 18.00 og kl. 18.30.
Hvar: Vit møta tær við dyrnar til reyðu lonirnar á Eirargarði 14/16.

Forhøllin
Í forhøllini fer Fólkaheilsuráðið at bjóða fram heilsukanningar.
Til ber at taka blóðtrýst, langtíðar blóðsukur, lungafunktión og vekt (BMI-vøddamassi-feittprosent).

Út á takið á grøna bygninginum
Frá forhøllini verður møguleiki at ganga 164 trapputrinini upp á 8. hædd og út á takið á grøna bygninginum. Har fært tú frálíkt útsýni yvir høvuðsstaðin.
Nær: Millum kl. 18.00 og kl. 20.00.
Hvar:
Úr forhøllini.

Framvísing av nýggja sjúkrahúsbygninginum
Nýggi H bygningurin er væl áleiðis, og nú ber til at síggja avbera góðu umstøðurnar, sum bæði sjúklingar og starvsfólk fara at fáa. Framvísing verður við bólkum á áleið 10 fólkum.
Nær: kl. 18.00.
Hvar: Frammanfyri bygningin ímóti sjónum. Frá Álakeri ber til at ganga yvir ímóti bygninginum, har starvsfólk fara at taka ímóti.

Øll tiltøkini verða við atliti til koronutilmælini.

Vælkomin

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.