Bíðilistar

Dysfagi (Tyggi- og svølgitrupulleikar)

Dysfagi (Tyggi- og svølgitrupulleikar)

Hvat er dysfagi?

​Dysfagi er samlaða heitið fyri at hava ilt við at eta, drekka og svølgja. Tú kanst fáa dysfagi av nógvum ymiskum orsøkum, herundir trupulleikar við teimum musklum og nervum, sum stýra tyggi- og svølgiførleikanum.

Tú hevur møguliga dysfagi, um tú upplivir minst eitt av niðanfyri standandi: 
  • Trupulleikar at tyggja og svølgja 
  • Hostar og harkar ofta, tá tú etur
  • Váta ella tjúkkmælta rødd
  • Trupult at halda høvdinum uppi
  • Óviljað lætnan
  • Afturvendandi lungnabruna ella ofta fepur

Hví fokus á dysfagi?

Um tú hevur trupulleikar at svølgja, ert tú í størri vandabólki fyri at feilsvølgja. Hetta merkir, at maturin og/ella væta fer niður í barkan og víðari niður í lunguni. At feilsvølgja kann føra til lungabruna. Tú kanst fyribyrgja hetta við at tillaga tað, tú etur og drekkur.

Ergoterapeutur kannar svølgiførleikan, og hevur tú dysfagi, vegleiðir ergoterapeuturin teg í at rætta konsistensin á mati og vætu.

Á Landssjúkrahúsinum samstarva ergoterapeutarnir væl við Køkin um kostin til sjúklingar við dysfagi, og hava tey í samstarvi ment eina matskrá til tey, ið hava ilt við at tyggja og svølgja.

Landssjúkrahúsið hevur gjørt ein kunningarfilm um dysfagi. Filmurin sæst HER

Tyggi- og svølgivinarligur matur er til keyps í Køkinum

Tú kanst keypa eitt úrval av tyggi- og svølgivinarligum mati í køkinum á Eirargarði 5. Ring ella skriva til køkin og hoyr nærri um vøruúrval og prísir. Telefonnummarið er 304516 og teldupost er kokur@ls.fo.

Um tú hevur dysfagi kann tað til tíðir vera trupult at fáa nóg mikið av orku og proteini.

Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, ísar, fromsajur, suppur og orkuríkan snaps. Proteindrykkurin verður framleiddur mána-, miku- og fríggjadag. Hetta kann keypast í Kafeini á Landssjúkrahúsinum. Gjaldast kann við reiðum peningi ella gjaldskorti.

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.