Vit hava gjørt ein nýggjan kunningarfilm um dysfagi. Matur til tey, ið hava ilt við at tyggja og svølgja
Køkurin er á mangan hátt hjartað í Sjúkrahúsverkinum. Her gera tey mat til allar innlagdar sjúklingar, og tey leggja seg eftir at gera mat, ið er dygdargóður, føðsluríkur og vakur á at líta.
Nakrir sjúklingar hava torført við at tyggja og svølgja, og kunnu hava ilt við at eta vanligan mat. Hetta rópast dysfagi.
Á sjúkrahúsinum verður nógv gjørt burtur úr at eisini tey fáa mat, sum er leskiligur og góður.