Bíðilistar

At taka blóðroynd

ÚTISTOVA

Lat aftur

At taka blóðroynd

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Upplatingartíðir

Í Tórshavn
Mánadag-fríggjadag
Kl. 08 - 11 er opið fyri øllum
Kl. 11 - 14 ætlað ambulantum sjúklingum á LS

Deildarkunning

Rannsóknarstovan
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tóshavn

Tel. 30 45 00
T-postur: laboratorie@ls.fo

Leiðandi starvsfólk

Birita Kristoffursdóttir Samuelsen
Leiðari

GEV GÆTUR at ambulatoriið hjá Rannsóknarstovuni er flutt í nýumvæld hølir. Flytingin merkir, at kemur tú á Landssjúkrahúsið at taka blóðroynd ella EKG, skalt tú ikki longur møta í Bláa Ambulatoriinum, men fara inn gjøgnum høvuðsdyrnar á Landssjúkrahúsinum. Skeltir vísa tær veg inn í nýggju hølini.

Til ber framvegis til at seta bilin frá sær á parkeringsplássinum við J.C. Svabosgøtu.

Bíleggingarskipan 
Tá tú eftir ávísing frá lækna skalt taka blóðroyndir og/ella EKG, ber til at bíleggja tíð hjá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum her.  
Minst til at skráseta teg við bíleggingarnummarinum, ið tú hevur móttikið á tíni fartelefon, tá tú kemur á Rannsóknarstovuna. 

Land og fæcesprøvar skulu eisini latast inn sama stað. 

Hevur Landssjúkrahúsið sent tær innkalling til blóðroynd gjøgnum Mínboks, møtir tú á Landssjúkrahúsinum ávistu tíðina.  


Skal eg vera fastandi?
Til summar blóðroyndir skal tú vera fastandi. Spyr læknan um tú ivast.

At vera fastandi merkir:

  • Tú mást ikki eta ella drekka annað enn vatn eftir kl. 22 kvøldið fyri, sum blóðroyndirnar skulu takast.
  • Tú kanst drekka 1-2 gløs av vatni
  • Tú mást ikki roykja 2 tímar, áðrenn blóðroyndirnar skulu takast
  • Lívsneyðugur heilivágur verður tikin sum vanligt, tó verður miðað móti at taka blóðroyndirnar áðrenn.

Mannagond
Starvsfólk á Rannsóknarstovuni taka blóðroyndir, ið læknin hevur umbiðið.
Blóðroyndirnar verða fluttar á Rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum til kanningar.
Flestu kanningarnar verða gjørdar á Rannsóknarstovuni, men ein partur verður sendur uttanlands á serstovur til kanningar.

Svar uppá blóðroyndir
Úrslitini av flestu rutinukanningum fyriliggja í Talgildu Heilsuskipanini dagin eftir.
Summar royndir hava longri svartíð, aloftast 2-3 vikur, men onkuntíð tekur tað mánaðir.
Tað ber ikki til at ringja beinleiðis á Rannsóknarstovuna fyri at fáa svar.
Avtala við læknan, hvussu tú fært svar.

Børn
Børn kunnu fáa Xylocain, sum er lokaldoyvandi evni, á húðina, áðrenn tey skulu prikast. Xylocain skal vera á í 5-10 minuttir, áðrenn tað virkar.
Eisini ber til at keypa EMLA-krem á Apotekinum at smyrja á. Tað skal sita á í uml. hálvan tíma, áðrenn blóðroyndirnar verða tiknar.
Les meira um blóðroyndir av børnum her. 

Hiv-kanning
Tú kanst altíð koma inn at taka eina blóðroynd til HIV-kanning.
Tá er ikki neyðugt at hava ávísingarseðil við, og tú kanst eisini vera anonym/ur. 

CTD-kanning
Til ber at taka eina blóðroynd til CTD-kanning uttan ávísing frá kommunulækna við at gjalda 100 kr.  
Tak niður faldara um CTD her.   

Hesar dagar er Rannsóknarstovan stongd
Flaggdagin, Grundlógardagin, Ólavsøkuaftan, Ólavsøkudag.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.