Bíðilistar

Áðrenn tú fert heiman

Áðrenn tú fert heiman

Klæðir
Alt til persónligt reinføri, inniskógvar og rakimaskinu skalt tú sjálv/ur hava við. Vit mæla harumframt til at hava løtt innandura klæðir við. Sjúkrahúsið letur undirklæði og skjúrtur.

Heilivágur
Tekur tú heilivág heima, verða tú biðin um at taka hann við.

Innlegging
Tá tú kemur á sjúkrahúsið, kanst tú annahvørt fara beinleiðis á deildina ella venda tær til leiðbeiningina í forhøllini, ið altíð er til reiðar at vísa tær vegin til røttu deildina.
Á deildini tekur ein sjúkrarøktarfrøðingur ímóti og vísir tær til rættis á stovuni. Síðani hevur sjúkrarøktarfrøðingurin eina innleggingarsamrøðu við teg.
Endamálið við samrøðuni er at kunna teg nærri um, hvat skal fara fram.Tú eru vælkomin at spyrja um øll ivamál. Allir innlagdir sjúklingar verða rutinukannaðir fyri fepur, puls og blóðtrýst. Minnist til at hava samleikaprógv og p-talið við, tá tú kemur til innlegging.

Les her um tey 10 ráðini til sjúklingar

Kanningar og viðgerðir
Flestu kanningar og viðgerðir verða framdar fyrrapart, men sjúklingar verða bidnir um ikki at fara av deildini uttan at siga frá, tí onkur kanning ella viðgerð kann verða aðrar tíðir.

Samrøða við lækna
Tú og  vvarandi tygara kunna koma á tal við læknarnar eftir avtalu við læknaskrivara ella sjúkrarøktarfrøðing á deildini. 

Undirvísingarsjúkrahús
Landssjúkrahúsið er eitt sonevnt undirvísingarsjúkrahús innan fleiri fakøkir. Hetta inniber, at av og á kunnu aðrir persónar undir útbúgving til t.d. lækna, sjúkrarøktarfrøðing, ljósmóðir vm., verða til staðar til viðtalur, viðgerðir vm. sum liður í teirra útbúgving. Um tygum ikki ynskja hettar eru tygum vælkomin at gera vart við tað.

Tagnarskylda
Øll starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava tagnarskyldu í málum, sum snúgva seg um sjúklingar. Tú kanst tí trygt venda tær til starvsfólkini, um tað er nakað, sum tú ynskir at tosa um. Vegna tagnarskylduna ber ikki til hjá starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum at svara øllum spurningum frá teimum avvarandi.

Útskriving og eftirviðgerð
Eftir útskrivingina fær læknin hjá tær (bæði kommunulækni og annar innleggjandi lækni) útskrivingarbræv í sjúklingajournalskipanini við frágreiðing um sjúku og viðgerð, treytað av tínari tilsøgn (sí brot um sjúklingarættindi).

Um mett verður, at tú hevur tørv á eftirviðgerð, verður tú kunnað/ur um hetta innan útskriving. Um tú hava tørv á heimarøkt eftir útskriving, fær heimarøktin boð um hetta, treytað av tínari tilsøgn.

Ferðaútreiðslur
Endurgjald verður latið sjúklingum fyri ferðaútreiðslur millum heimið og Landssjúkrahúsið, ið eru størri enn 800 krónur í einum kalendaraárið. Eru samlaðu ferðaútreiðslurnar í árinum minni enn 800 krónur, hevur sjúkrahúsið ikki heimild til at endurrinda ferðaútreiðslurnar. Tá tú kemur á sjúkrahúsið fyrstu ferð, kasnt tú biðja um at fáa ein sonevndan flutningsseðil útflýggjaðan. Hav hendan seðilin við, hvørja ferð tú møtir á Landssjúkrahúsinum, so starvsfólkið kann skráseta tínar ferðir á seðilinum. Flutningseðilin er galdandi fyri eitt kalendaraár og kann annaðhvørt latast inn á viðgerðardeildini ella sendast Fíggjardeildini á Landssjúkrahúsinum.

Peningur og virðislutir
Sjúkrahúsið kann ikki átaka sær ábyrgdina av peningi ella øðrum virðislutum hjá sjúklingum og hevur ikki umstøður til at hava hesi í varveitslu vegna sjúklingar. Sjúkrahúsið endurrindar tí ikki burturmistar lutir hjá sjúklingum undir innlegging.
Tú hevur tí sjálv/ur ábyrgd av egnum lutum undir innleggjan.

Royking
Tað er ikki loyvt at roykja inni á Landssjúkrahúsinum, og heldur ikki uttanfyri høvuðsdyrnar. Avmarkað roykiøkið finnist tó í nærhendis høvuðsinngongdini.
Roykjast kann tó í ávísum rúmum á psykiatrisku deildunum, eftir serligari skipan og loyvi.

Fartelefon
Tað ber til at nýta fartelefon á flestu støðum á sjúkrahúsinum, men á ávísum deildum kunnu fartelefonir tó bert nýtast eftir avtalu við deildina. 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.