Bíðilistar

Toymisleiðari til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum

Toymisleiðari til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum

Diagnostiski depilin søkir eftir toymisleiðara til Røntgendeildina til setan 15. mai 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á fulla tíð uttan vaktskyldu.

Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum arbeiða umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 25 eru staðsett á Røntgendeildini – 1 deildarleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 4 læknaskrivarar.

Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Um teg Tú hevur áhuga at arbeiða á eini deild, har nógv ferð er á, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, fyri einum góðum trivnaði. Sum toymisleiðari kemur tú, saman við funktiónsleiðaranum, at hava fakliga ábyrgd fyri røntgenøkinum afturat radiografarbeiðinum á deildini.

Býtið millum kliniskt arbeiði og fyrisiting verður gjørt í samráð við funktiónsleiðaran.

Ábyrgdarøki:

• Skipa dagliga arbeiðið á Røntgendeildini

• Tryggja at mannagongdir verða gjørdar og dagførdar

• Leggja til rættis, og gera innleiðsluætlan fyri nýsett starvsfólk

• Virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, bæði fysiskt og sálarliga

• Luttaka í setanar- og umsorganarsamrøðum

Førleikar:

• Radiografur við minst 2 ára starvsroyndum (danska autorisatión)

Dentur verður lagdur á:

• Hug at arbeiða við leiðslu

• Hug og áræði til at menna deildina

• Góð samstarvsevni

• At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt

• At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum

• Ert loyal/ur og hevur evni og vilja at fylgja tiknum avgerðum

• Hevur hegni til reiðiligt samskifti, bæði munnliga og skrivliga

• Dugir at lurta og vísa empati

Harumframt vænta vit, at tú tolir broytingar, ert framskygd/ur og megnar at samstarva við

nógvar ymsar fakbólkar.

Vit bjóða

• Eitt fjølbroytt starv, har tú fært innlit og ávirkan á menning

• Møguleika fyri persónligari menning og menning innan leiðslu

• Samstarv við leiðarar og starvsfólk á Diagnostiska deplinum

• Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi

Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum

starvsfelagum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning.

Setanartreytir:

Toymisleiðarin vísir til funktiónsleiðaran á Røntgendeildini.

Lønar- og setanarviðurskifti eru smbært sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið

Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning fæst við at ringja til deildarleiðaran Lisu Frederiksberg, tel 304500, lokal

5507.

Umsóknarfreistin er tann 6. maj 2024

 

Vinaliga søk starvið her

 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir

leinkjuni ”Um stovnin”.

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.