This page is not available in English

Toymisleiðari til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum

Toymisleiðari til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum

Diagnostiski depilin søkir eftir toymisleiðara til Biokemiska økið á Rannsóknarstovuni til setan 15. juni 2024, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á fulla tíð uttan vaktskyldu.

Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum arbeiða umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 30 eru staðsett á Rannsóknarstovuni.

Rannsóknarstovan umfatar fleiri øki, harav er Biokemi er tað størsta við umleið 1,1 mió. kanningum árliga.

Rannsóknarstovan ger kanningar fyri sjúkrahúsini og kommunulæknarnar í Føroyum, og samstarvar við rannsóknarstovur uttanlands.

Um teg
Tú hevur áhuga at arbeiða á eini deild, har nógv ferð er á, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, fyri einum góðum trivnaði.

Sum toymisleiðari kemur tú, í tøttum samstarvi við funktiónsleiðaranum, at hava fakligu ábyrgdina fyri Biokemiska økið og ambulatoriið, umframt at gera bioanalytikaraarbeiði í Biokemi.

Býtið millum kliniskt arbeiði og fyrisiting verður gjørt í samráð við funktiónsleiðaran.

Ábyrgdarøki:

Saman við funktiónsleiðaranum:

  • Skipa dagliga arbeiðið á Biokemiska økinum og ambulatoriinum
  • Tryggja at mannagongdir verða gjørdar og dagførdar
  • Tryggja skjóta og góða tænastu til sjúklingar, umframt svar við høgari góðsku
  • Tryggja gott samstarv og samskifti á deildini, við sjúkrahúsdeildir, rannsóknarstovur og kommunulæknar
  • Leggja til rættis, og gera innleiðsluætlan fyri nýsett starvsfólk
  • Virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, bæði fysiskt og sálarliga
  • Luttaka í setanar- og umsorganarsamrøðum

Førleikar:

  • Bioanalytikari við minst 2 ára starvsroyndum (danska autorisatión)

Dentur verður lagdur á at tú

  • hevur hug at arbeiða við leiðslu
  • hevur hug og áræði til at menna Biokemiska økið
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur hegni til reiðiligt samskifti, bæði munnliga og skrivliga
  • hevur áhuga at arbeiða við kvalitetsmenning og gransking
  • ert persónliga og fakliga kveikjandi
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymiskum uppgávum 
  • ert loyal/ur, og hevur evni og vilja at fylgja tiknum avgerðum
  • sært møguleikar heldur enn forðingar
  • tekur stig til, fylgir upp, og setir í verk
  • dugir at lurta og vísa empati

Harumframt vænta vit, at tú tolir broytingar, ert framskygd/ur og megnar tvørfakligt samstarv.

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt starv, har tú fært innlit og ávirkan á menning í Biokemiska økinum
  • Møguleika fyri persónligari menning og menning innan leiðslu
  • Samstarv við leiðarar og starvsfólk á deildini og Diagnostiska deplinum
  • Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi

Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfeløgum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning.

Setanartreytir:

Toymisleiðarin vísir til funktiónsleiðaran á Rannsóknarstovuni.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við leiðandi bioanalytikara Birita K. Samuelsen, tel. 304500, lokal 5601, t-post: birje@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 31. mai 2024

Vinarliga søk starvið her. 

 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.