Bíðilistar

Summarferiuavloysarar til Reingerð, Vaskaríið, Goymsluna og Køkin á Landssjúkrahúsinum

Summarferiuavloysarar til Reingerð, Vaskaríið, Goymsluna og Køkin á Landssjúkrahúsinum

Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðum í juni, juli og august 2024. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Dáma at hava nógvar ymiskar uppgávur  

Umsóknarfreistin Send tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. juni 2024. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

  • Vinarliga søk starvið til Reingerð her
  • Vinarliga søk starvið til Goymsluna her
  • Vinarliga søk starvið til Køkin her
  • Vinarliga søk starvið til føðsluástøðing her
  • Vinarliga søk starvið til Vaskaríið her

Um størvini:

Reingerð og borðreiðing á sjúklingadeildum

Vit eru partur av at borðreiða bæði morgunmat, døgurða, millummála og nátturða til sjúklingar. Tað inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar.

Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum á ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðstíðirnar kunna vera ymiskar, og eru tær millum kl. 7 á morgni og kl. 20 um kvøldið. Arbeiðstíðin er áleið 32 tímar um vikuna.  Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskiftið, kann koma fyri, at arbeitt verður 2. hvørt vikuskiftið.

Nærri fæst at vita  um størvini í borðreiðing og reingerð, við at venda sær til Súsannu Nolsøe Dahl, menningarsamskipara á tlf. 234660 millum kl 8-14 gerandisdagar. Tú kann eisini skriva til susanna.nolsoe@ls.fo

Lønar- og setanartreytir: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Vinarliga søk starvið til Reingerð her. 

 

Vaskaríið

Arbeiðsuppgávurnar umfata sortering, pakking og at rulla klæðir. Neyðug upplæring innan økið verður givin.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar kl 7-15 ella 15-22. Tó er arbeiðstíðin í summarmánunum til tíðir soleiðis, at tað viðhvørt eru vikuskiftisvaktir.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Sunrid Mýlingstind, deildarleiðara, telefon 234599, ella skriva til sunrid.mylingstind@ls.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Vinarliga søk starvið til Vaskaríið her.

 

Køkurin

Okkum tørvar starvsfólk, sum kunnu taka sær av teimum dagligu arbeiðsuppgávunum sum køkshjálp í Køkinum.

Køkurin ger mat til sjúklingar, Kafeina og Matarhøllina. Arbeiðsuppgávurnar umfata matframleiðslu, pakking, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð av køkinum.

Arbeiðstíðin er frá kl. 7-15 bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum. Vikuskiftisvaktir kunnu koma fyri  umleið 2. ella 3. hvørt vikuskifti.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, deildarleiðara, telefon 234520, ella skriva til gudna@ls.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Vinarliga søk starvið til Køkin her.

 

Goymslan

Arbeiðsuppgávurnar umfata vøruavgreiðslu og pakking av vørum til deildir í Sjúkrahúsverkinum, og til kundar kring landið. Neyðug upplæring innan økið verður givin.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar kl 7-15.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjarna H. Samuelsen, deildarleiðara, telefon 234595, ella skriva til  bjasa@ls.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Vinarliga søk starvið til Goymsluna her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.