Corona.fo

Visjón, missión og virðir

Visjón, missión og virðir

Visjón, missión og virðir

Visjón 2025

 

Eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi, eyðkent fyri nýhugsan

  • Trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir somu virðum.
  • Felags mentan og sami samleiki tvørtur um sjúkrahúsini.
  • Virðing fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki, so at góð hugskot birtast og hava gróðrarlíkindi fyri víðarimenning.
  • Áhaldandi menning av starvsfólkum, stuðlað av nýggjastu tøkni.
  • Rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

 

Missión

Dygdargóð heilsutænasta alt lívið

  • Sjúkrahúsverkið veitir heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
  • Málið er dygdargóðar heilsutænastur, bornar av vitan og tænastusinni.

 

Vitan

  • Faklig vitan, førleikar og menning
  • Tøkni í breiðastu merking
  • Mentan, sum er opin og fevnandi

 

Tænastusinni

  • Uppliving av at vera í miðdeplinum
  • Uppliving av góðari tænastu
  • Uppliving av nærlagni

 

Virðir

Stev

At hava felags stev gevur styrki, sýnir samanhald og vekir álit.

Fyri at halda felags stev, mugu vit arbeiða tvørtur um mørk, deildir og fakøki. Vit eru øll javnlík, tá uppgávur skulu loysast – og fyri at koma á mál krevur tað bæði samskipan, samskifti og eina neyva kós.

Rúm skal vera fyri øllum, og vit skulu duga at gagnnýta styrkirnar hjá tí einstaka. Øll skulu kenna seg vird, og øll skulu kunna siga sína hugsan.

 

Í atburði merkir hetta: 

  • At tú í talu og verki sýnir sjúklingum og starvsfeløgum virðing.
  • At tú setur teg inn í støðuna hjá tí, tú samstarvar við.
  • At tú raðfestir felags mál hægri enn egin mál.
  • At tú vísir toymisanda millum deildir, deplar og sjúkrahús.

 

Áræði

At hava áræði gevur drívmegi og skapar framburð.

Fyri okkum er umráðandi at vera ágrýtin, sýna jaligan hugburð og vilja royna nýggjar leiðir. Vit skulu veita høga dygd og skjótleika.

 

Í atburði merkir hetta: 

  • At tú birtir vón og vísir á gongdar leiðir.
  • At tú ert áhaldandi og vísir nærlagni.
  • At tú eggjar til loysnir.
  • At tú tekur ábyrgd, tá avgerðir skulu takast.

 

Flog

At hava flog merkir, at vit kunnu vera skapandi, hugsa víðskygt og navigera í broytingum, samstundis sum vit loysa okkara uppgávur.

Flog er eitt fjøltáttað hugtak, sum krevur, at vit brúka okkara hugflog, eru forvitin, koma við góðum hugskotum, mennast og skapa yvirlit.

Fyri at halda flognum krevst framfýsni. Til tess krevst føði – vitan og menning.

 

Í atburði merkir hetta: 

  • At tú setur høg mál og torir at bróta upp úr nýggjum.
  • At tú býður vanahugsan av.
  • At tú ert móttøkubúgvin fyri broytingum.
  • At tú støðugt víðkar sjónarringin.

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.