Bíðilistar

Føðsluatstøðingar til avloysarastørv í summar

Føðsluatstøðingar til avloysarastørv í summar

Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum juni, juli og august 2024. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.

Køkurin ger mat til sjúklingar, Kafeina og Matarhøllina, har starvsfólk og vitjandi á Landssjúkrahúsinum dagliga eru gestir. Vit leggja stóran dent á at gera góðan, føðslurættan mat, tí vit eru sannførd um, at góður matur hevur týdning fyri, at okkara sjúklingar koma seg skjótast møguligt.

Um størvini

Arbeiðsuppgávurnar umfata matframleiðslu, pakking, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð av køkinum.

Arbeiðstíðin er frá kl. 7-15 bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum. Vikuskiftisvaktir eru umleið 2. ella 3. hvørt vikuskifti.

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Útbúgving sum føðsluatstøðari, líknandi kostfakliga útbúgving ella arbeiðsroynd
  • Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Dáma at hava nógvar ymiskar uppgávur  

Okkum tørvar bæði starvsfólk við kostfakligari útbúgving og starvsfólk, sum kunnu arbeiða sum køkshjálp til dagliga arbeiðið í Køkinum.

Umsóknarfreistin Send tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. juni 2024. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Løn og setanartreytir sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelag Føroya ella sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 234520, ella skriva til gudna@ls.fo

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.