Veitst tú hvørji tekin kunnu benda á blóðtøpp í heilanum, og kennir tú týdningin av at koma á sjúkrahúsið beinanvegin?
Um tú verður rakt/ur av blóðtøppi í heilanum, er tað avgerandi, at tú fært viðgerð skjótast møguligt.
Kemur tú á sjúkrahúsið beinanvegin eftir fyrsta tekinið um blóðtøpp, er tað møguleiki fyri, at tú kanst fáa heilivág, sum kann upploysa blóðtøppin. Hetta verður kallað trombolysa.
Jú fyrr, viðgerðin fer í gongd, jú størri eru møguleikarnir fyri at koma burturúr hesum við góðum úrsliti.
Les her um hvørji tekin eru um blóðtøpp.