Góði gestur.
Sjúklingahotellið er fult bókað, og mugu vit tí bjóða tær gisting á øðrum hotelli í býnum.
Vi royna at bóka teg/tykkum inn á Sjúklingahotellið so skjótt sum gjørligt.
Gisting
Gisting á hotelli aðrastaðnis er bílagt við morgunmati. Aðrar máltíðir eru fyri egnan kostna. Tó kanst tú søkja endurgjald fyri aðrar máltíðir á Uttanlandstænastuni, svarandi til kr. 100,- pr. dag.
Ávístir fylgjarar
Ávístir fylgjarar gjalda onki á hotellinum úti í býðnum, men gjalda við komu á Sjúklingahotellið, svarandi til kr. 150,- pr. døgn, - ella fáa rokning við t-posti, um uppihald ikki er tøkt á Sjúklingahotellinum.
Aðrir fylgjarar
Fylgjarar, sum ikki er ávístir, gjalda teirra part av rokningini fyri gisting, tá farið verður frá hotellinum úti í býnum.
Undantikið er Hotel Østerport, har rokning verður send við t-posti.
Alt uppihaldið er fyri egna rokning.
Flutningur
Flutningur til og frá kanning og viðgerð kann fara fram við at ganga, nýta tok ella bus, ella í serstøkum førum við taxa, tó einans smb. avtalu við Sjúklingahotellið.
Útreiðslur í smb. við flutning verða endurgoldnar av Sjúklinghotellinum við at vísa dokumentatión. Goym tí altíð kvittanir.
Við heimferð verður flutningur til flogvøllin goldin av Sjúklingahotellinum.
Samband
Sjúkrarøktarfrøðingur frá Sjúklingahotellinum setur seg í samband við teg komu dagin ella dagin eftir komu, fyri at vita, hvussu tú hevur tað, og nær tú væntandi kanst gista á Sjúklingahotellinum.
Hevur tú spurningar viðv. gistingini ella tørv á hjálp, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúklingahotellið á tel. +45 77336464.