Bíðilistar

Yrkisbachelor í føðslu og heilsu

Yrkisbachelor í føðslu og heilsu

Yrkisbachelor í føðslu og heilsu
Útbúgvingin til Yrkisbachelor í føðslu og heilsu vendir sær til tín, sum ynskir eina fjølbroytta útbúgving innan føðslu, matvørur, nýtslu og tænastu til heilsu- og umhvørvisframa. Og sum hevur áhuga í at røkja samskiftis- frálæru- og leiðsluuppgávur.

Hvat ger ein yrkisbachelor í føðslu og heilsu?
Í framtíðini fert tú við útbúgvingini sum Yrkisbachelor í føðslu og heilsu í felagskøkinum á Landssjúkrahúsinum at verða førur fyri at arbeiða innan niðanfyri hesi høvuðsevni: Matur, Heilsa, Bygnaður, Umhvørvi, Leiðsla, Búskapur, Menniskju, Stýring, Góðska og Formidling.

Hvar kann ein fáa sær hesa útbúgvingina?
Tað eru 4 ymisk útbúgvingarstøð í Danmark: í Haderslev, Keypmannahavn, Slagelse ella Aarhus, sí meir kunning her Ernæring og sundhed | UddannelsesGuiden (ug.dk)

Útbúgvingin “Professiónsbachelor i Ernæring og sundhed” er ein 3½ ára víðari útbúgving við tveimum sergreinum: “Fødevarer og Ledelse” ella “Sundhedsfremme og Diætetik”, ið hevur tveir undirliðir: “Sundhedsfremme og Forebyggelse” ella “Klinist Diætetik”

Útbúgvingin hevur ein grundpart uppá 1 1/2 ár og ein serpart uppá 2 ár. Tú skal í minsta hava 20 vikur í praktikk í lærtutíðini. Frálæran er býtt upp í lið- og bólkafrálæru, og í hesi tíð arbeiðir tú projektætlað bæði í bólkum og sum einstaklingar. Frálæran er skipað í 7 lestrarhálvir.

Upptøkukrøv til útbúgvingina
Fyri at kunnu søkja skal man hava miðnámsprógv, HF, HH ella HTX. Hesi einkultu upptøkukrøv skulu verða staðin innan byrjan:

  • Enskt C
  • Antin Kemi C ella Bioteknologi A
  • Antin Lívfrøði C ella Støddfrøði C ella Samfelagslæru C

Kann ein gjøgnumføra tann praktiska partin av útbúgvingini á Landssjúkrahúsinum?
Ja, Køkurin á Landssjúkrahúsinum bjóðar praktikkpláss til tey sum útbúgva seg til Yrkisbachelor í føðslu og heilsu.

Okkara visión er, at Køkurin á Landssjúkrahúsinum skal vera tann leiðandi sjúkrahúskøkurin í Føroyum. Hendan visión arbeiðir miðvíst við at arbeiða við góðskutrygging út frá frymlinum hjá Sundhedsstyrelsen um góðskumenning. Praktikkin er ólønt – lesandi kunnu fáa SU í allari starvsvenjingini.

Samband
Gudna á Rógvi Joensen, leiðandi økonoma
Tel. 304500  lokal 1260
T-postur: gudna@ls.fo 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.