Bíðilistar

#ViteruLS

#ViteruLS

Elisabeth, uttast til høgru, saman við starvsfelagum á seingjardeildini B6

Elisabeth er um tey doyggjandi

Á medisinsku seingjadeildini B6 er ein palliativ eind við tveimum stovum. Hetta eru stovur til krabbameinssjúklingar sum eru komnir í terminalu fasuna, har fokus er á linnan og at veita sjúklinginum so virðiligar umstøður sum gjørligt seinastu tíðina.

Elisabeth starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á palliativu eindini, har hon trívist væl við fjølbroyttu uppgávunum.
Endamálið við eindini er at fyribyrgja líðing undir sjúkraleguni, umframt at fremja lívsgóðsku fyri bæði sjúkling og tey avvarðandi. Somuleiðis at viðvirka til at tey avvarðandi megna at meistra sorgina, tá sjúklingurin er farin.

Elisabeth hevur starvast á eindini í 3 ár, og er í gongd við eftirútbúgving innan sjúkrarøkt til krabbameinssjúklingar, sum eisini fevnir um palliatión. Útbúgvingin tekur 1 ár og 7 mánaðir, og eru tær 5 sjúkrarøktarfrøðingar á B6, sum eru í gongd við útbúgvingina.

Palliatión
Palliatión merkir linnan, og verður deilt í 3 fasur.
Tíðliga palliativ fasa er, tá sjúklingurin er í lívsleingjandi viðgerð. Hon kann vara í fleiri ár.
Sein palliativ fasa er, tá lívsleingjandi viðgerð ikki er møgulig longur, og har fokus verður sett á linnan, lívskvalitet, røkt og umsorgan. Hendan fasan kann varða í mánaðir.
Í terminal fasuni er sjúklingurin doyggjandi og tá er fokus á linnan. Hendan fasan kann vara dagar ella vikur, og tað er oftast tá ið sjúklingurin verður innlagdur á palliativu eindina.

At arbeiða við palliatión krevur at vera sálarliga sterkur. Serliga er hart at vera um yngri foreldur við børnum. Tá vegleiðir Elisabeth foreldrini og avvarðandi um, hvussu tey kunnu inndraga børnini í sjúkugongdina, hvat tey grundleggjandi hava tørv á í kreppu, og hvussu tey kunnu reagera í mun til aldur.
Hon greiðir frá, at tó slík støða kann ávirka, er hon tilvitað um skyna ímillum tað persónliga og tað professionella, soleiðis at hon altíð megnar at vera professionell í arbeiðinum.
Spurd um hvør tekur sær av henni, um tørvur er tí, svarar hon, at á deildini eru starvsfólkini sera góð til at supervisera og taka hond um hvønn annan, og at man við tíðini lærir at leggja arbeiðið frá sær, tá man fer heim.

Tvørfakligt samstarv á eindini
Á palliativu eindini verður stórur dentur lagdur á tvørfakligt samstarv við eitt nú lækna, palliativa toymið, fysioterapeut, prest og primera sektorin, eins og starvsfólkini kunna um hvat Krabbameinsfelagið og eitt nú Berin kann hjálpa við.
Inni á á palliativu stovunum er bæði køkur og baðirúm, umframt stovumøblar og sjónvarp, soleiðis at umstøðurnar eru so góðar sum gjørligt hjá teimum avvarðandi at vera um og saman við sjúklinginum.

Summir sjúklingar ynskja at doyggja heima, og onnur vilja sleppa heim, møguliga bert í nakrar tímar. Tá verður gjørt alt fyri at samskipa soleiðis, at hetta letur seg gera.

Elisabeth heldur, at tørvur er á eini krabbameinsdeild við palliatión burturav, tí fleiri fólk fáa staðfest krabbamein, men liva eisini longri við sjúkuni, tí viðgerðarhættir áhaldandi betrast. Hon kundi tí hugsa sær, at hennara fakøki bleiv raðfest hægri í heilsuverkinum.
Tá deyðin er partur av gerandisdegnum, er týdningarmikið at hava lætt sinnalag og humor, og tí hava starvsfólkini eisini nógvar stuttligar løtur, hóast álvarsomu umstøðurnar.

Arbeiði á palliativu eindini er týdningarmikið. Tað fáa starvsfólkini javnan at vita frá teimum avvarðandi.
“Tí kenni eg tað eisini, sum um eg geri veruligan mun” sigur Elisabet.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.