Bíðilistar

Sjúkraflutningur/Viðgeri

Yvirskipað krøv til útbúgving/starv á Sjúkraflutningstænastuni

  • minimum 9. floks prógv
  • koyrikort til bólk D
  • hava havt koyrikort til vanligan bil í minst eitt ár
  • vera yvir 21 ár
  • hava reina revsiváttan
  • hava prógv í 1. hjálp
  • duga at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • telduførleika á brúkarastøði

Yvirskipið fysisk krøv

  • hædd millum 165-190 cm uttan fótbúna
  • góðan fysik og heilsu
  • sjón, ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • gjøgnumføra fysiska roynd- sí krøv her.

Utbúgving sum atstøðingur NIVO 1
Útbúgvingin fevnir um skúlagongd og starvsvenjing og tekur samanlagt 31 mánaðir, og fer fram í Føroyum. Starvsvenjingin fer fram á Landssjúkrahúsinum og á teimum statiónum, ið Sjúkraflutningstænastan varar av, t.v.s. Eysturoy, Vágar og Tórshavn.

Útbúgving sum viðgeri NIVO 2
Fyri at kunna byrja uppá útbúgving sum viðgeri, skal ein vera útbúgvin atstøðingur, skal hava staðið PHTLS skeið (Prehospital Trauma Life Support), og harumframt skal ein hava arbeitt sum atstøðingur í 18 mánaðir eftir at verða liðugur sum atstøðingur.

Útbúgvingin sum viðgeri er skipa soleiðis
Fjarlestur 8 vikur har næmingurin hevur sín egna lestravegleiðara
3 modulir á eina viku har næmingurin er í skúla
Hospitalspraktikk    1 vika
Ambulansapraktikk 1 vika

Fyri at kunna virka sum viðgeri skal viðkomandi upp til skrivliga, munnliga og praktiska próvtøku.
 
Praktisk roynd í starvstíðini
Sjúkraflutningstænastan krevur, at tann, ið settur verður, skal upp til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið fyri at tryggja, at tænastan livir upp til eitt dygdargott arbeiði. Sjálv útbúgvingin fer fram í samstarvi við danskar mynduleikar og eftir donskum normum.

Hvussu ofta tekur Sjúkraflutningstænastan nýggj fólk í starv/útbúgving?
Eftir tørvi.

Er royndartíð? 
Royndartíðin er 6. mánaðir.

Samband
Jákup Nolsøe, leiðari í sjúkraflutningstænastuni
Tel. 304500  lokal 1130
T-postur: jakno@ls.fo 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.