Bíðilistar

Til næmingin

Fyrsti dagur tín

Fyrsta dagin skal tú møta í forhøllini kl. 9.00. Tað er Starvsfólkadeildin, sum tekur ímóti tær, og bjóðað verður morgunmatur. Tosað verður um starvstíðina, útbúgvingarmøguleikar, tagnarskyldu, har undirskrivað verður viðvíkjandi tagnarskyldu, og útflýggjað verður eitt yvirlit yvir starvsdagarnar.
Ein til tveir dagar eru settir av til hvørja deild, har tú fært ein kontaktpersón, sum tú skalt fylgjast við, so at tú ongantíð kemur at ganga einsamøll/mallur. Tað er Starvsfólkadeildin í samráð við deildirnar, sum ger av hvørjar deildir tú kemur á.
Tá næmingar arbeiða úti á deildunum, fáa tey búna frá Landssjúkrahúsinum, týdningarmikið er at hava góðar skógvar.

Meðan tú ert her hjá okkum

Sum starvsnæmingur fært tú kunnleika til viðurskiftini og arbeiðið á Landssjúkrahúsinum. Tú fært loyvi til at luttaka í tí praktiska arbeiðinum, tá tað er gjørligt. Tó verða uppgávur, sum tú sum næmingur ikki kann verða við til.

Tú hevur tagnarskyldu

Sum næmingur hevur tú tagnarskyldu um øll viðurskifti viðv. innlegging, sjúku og viðgerð hjá sjúklingunum. Tagnarskyldan er galdandi bæði innanfyri og uttanfyri sjúkrahúsið – eisini eftir starvstíðina.

Royking

Alt Landssjúkrahúsið er roykfrítt.

Reinføri

Eitt gott handreinføri er týdningarmiklasti hátturin at minka um smittuvandan. Gott handreinføri er fyrst og fremst reinar hendur og neglir, stuttar neglir uttan neglalakk og eingin armbond, armbandsur ella ringar.
Hendurnar skulu altíð vaskast:

  • áðrenn og eftir sjúklingasamband
  • eftir at hava verið á vesi
  • eftir hosta, njósing og næsareinsing

Peningur og prýðislutir
Landssjúkrahúsið hevur ikki ábyrgd av peningi ella prýðislutum tínum, meðan tú ert á sjúkrahúsinum. Lat tí stórar upphæddir og aðrar virðislutir verða heima við hús. Vit mæla til at telefonin bert verður brúkt í steðgum, so tú fært mest møguligt burturúr starvstíðini.

Eftirmeting

Síðsta dagin verður eftirmett, og vilja vit fegin hoyra rís eins væl og rós. Vit ynskja, at tú fært eina góða og læruríka starvstíð á Landssjúkrahúsinum.

Um tú verður sjúk/ur í starvstíðini, ella um annað er á vási, verður tú biðin um at siga frá á Starvsfólkadeildini á 304599 - lok 1099 ella hjá Hjørdis Zachariassen, 234586, hz@ls.fo

Umsókn

Hevur tú hug at royna teg í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum vinaliga send okkum ein teldupost og fortel júst hví tú ynskir at koma her. Týdningarmikið er at hetta er í samráð við skúlan, og tín lærari fær avrit av samskiftinum. 

Samband

Starvsfólkadeildin tlf. 304500, lokal 1099, hr@ls.fo 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.