Bíðilistar

#ViteruLS

#ViteruLS

Matur er umsorgan og partur av viðgerðini

Matur er umsorgan, meina tey í køkinum á Landssjúkrahúsinum.
Góður matur og góðar máltíðir eru umráðandi fyri heilsu og vælveru hjá sjúklingum á Landssjúkrahúsinum. Tað er partur av viðgerðini, sigur Gyða í Gongini, sum er kostfrøðingur á Landssjúkrahúsinum. Serliga fyri tey, við ringum matarlysti, ið hava tørv á fleiri orkutættum máltíðum.
Seinastu árini hava Gyða í Gongini og Miriam Solmunde, ið báðar eru kostfrøðingar, arbeitt saman við hinum starvsfólkunum í køkinum við at betra um matin úr køkinum.
Tær báðar eru dagliga úti á hvør sínari deild, har tær borðreiða døgurða og bjóða sjúklingunum millummálar. Soleiðis hava deildir og køkur fingið eitt millumlið, sum er við til at styrkja tvørfakliga samstarvið.
Størri dentur er lagdur á, at maturin skal síggja leskiligur út, smakka væl og hann skal tillagast tørvin hjá tí einstaka sjúklinginum. Flestu sjúklingar hava tørv á eyka orku og proteini. Tí verður eyka stórur dentur lagdur á millummálarnar.
Útvaldar deildir hava fingið nýggjar smærri bakkar og borðbúnað, serviettar prýða bakkan og salt og pipar kemur við matinum, so sjúklingarnar sjálvir kunnu smakka til.
Afturat hesum hava tey í køkinum máta matarspill fyri at optimera nøgdirnar, so sum minst fer burtur. Arbeiði hevur eydnast væl, og Gyða og Miriam arbeiða framhaldandi við at vísa sjúklingum umsorgan og verða partur av teirra viðgerð við góðum mati.
Vælgagnist!

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.