Bíðilistar

Føðsluatstøðingur

Føðsluatstøðingur

Føðsluatstøðingurin ger góðan, sunnan og leskiligan gerandismat. Føðsluatstøðingurin kann átaka sær allar arbeiðsuppgávur í køkinum.

Føðsluatstøðingurin hevur ábyrgdina av, at maturin er innbjóðandi, frálíkur og smakkar væl, samstundis við at góðskan livir upp til galdandi tilmælir. Føðsluatstøðingurin er vanur við at finna uppá, gera kostætlan, meta um og nýta uppskriftir, so máltíðin hevur høga góðsku.

Hvussu langa tíð tekur tað?
Útbúgvingin sum føðsluatstøðingur er ein yrkisútbúgving, har lærutíðin er 2 ár og 11 mðr.
Skúlagongdin í lærutíðini er 20 grundvikur og 3 x 10 vikur á tekniskum skúla í Danmark.

Hvat lærir ein undir útbúgvingini?
Føðsluatstøðingurin fær verkligar førleikar innanfyri:

    • klárgerð, tilgerð og borðreiðing av mati
    • klárgerðingarhættir
    • køkstøkni
    • sensorikki (sansingarkunnleika)
    • góðskutilvitan við atliti at mataruppliving, matvøru og føðslu
    • reinføri og innaneftirlit
    • at leggja til rættis
    • meting um mat og máltíðir í samsvari við tørv hjá brúkarunum
    • burðardygd og mat, ið fer til spillis
    • føðslu og serkostfrøði
    • ábyrgd

Arbeiðsøki og virksemi
Sum føðsluatstøðingur er títt arbeiðsøki køkurin á Landssjúkrahúsinum, har allur maturin verður framleiddur.
Høvuðsuppgáva okkara er at veita góðan mat til sjúklingar.
Vit gera somuleiðis mat til starvsfólk, sum fæst til keyps í kafeteria á Eirargarði.
Vit veita eisini mat til Kafeina í forhøllini, tað er t.d. grønmeti til salatborð, døgurði, skundverðar.

Harumframt veitir Køkurin eisini ymiskt leskiligt til innanhýsis móttøkur og fundarvirksemi.

Les meira um útbúgvingina
Tú kanst lesa meira um útbúgvingina á føðsluatstøðingur, Yrkisdepilin og uddannelsesguiden.

Løn
Sí lønarsáttmála her.

Samband
Gudna á Rógvi Joensen, leiðandi økonoma
Tel. 304500  lokal 1260
T-postur: gudna@ls.fo

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.