Bíðilistar

Ergoterapeutur

Hvussu ofta tekur Landssjúkrahúsið praktikantar?
Ca. 3 ferðir um árið.  

Nær byrjar praktikkin?
Praktikantar koma í august, desember og mai mánaða.
 
Hvussu leingi varðir hon?
Millum 8 – 10 vikur, alt eftir hvussu langt tey eru komin í lesnaðinum.
  
Hvussu nógv lesandi eru hvørja ferð?
1 ella 2 lesandi hvørja ferð.
  
Yvirskipað krøv?
Tað eru nøkur yvirskipa mál, sum skúlin setur yvir hvat tey lesandi skulu náa í praktikkini. Landssjúkrahúsið fær lesandi frá Esbjerg, Århus og Odense, har øll hava hvør síni yvirskipaðu krøv.
Nakrir skúlar hava meiri ítøkilig krøv og mál enn aðrir, men tað er altíð krøv um fasta vegleiðing, undirvísing og mál um hvat tey skulu náa í praktikkini.

Samband
Jenny Lamhauge, kliniskur vegleiðari, Ergoterapiin,
Psykiatriski Depilin, T-post: lsjenla@ls.fo 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.