Bíðilistar

#ViteruLS

#ViteruLS

Rannsóknarstovan er útgjørd við hópin av nýmótans tøkni

Rannsóknarstovan er útgjørd við hópin av nýmótans tøkni, og her verða allar kanningar gjørdar, hvørt tað er vætukanningar, beinagrindskanningar, nýrakanningar, vevkanningar, mikrobiologiskar kanning o.s.fr. Tá tú tekur eina blóðroynd, so er tað her, at títt blóð verður kannað. 
Ann er deildarleiðari á Rannsóknarstovuni har eini 30 starvsfólk starvast. Tey sita handan leiktjøldini við framkomnum maskinum, sjóneykum og eini kønari hond og gera kanningar av biologiskum tilfari fyri at staðfesta sjúku, so læknar kunnu geva sjúklingum røttu viðgerðina.
Fyri ein óroyndan er hetta ein fremmandur heimur, men hesi duga og vita hvat tey gera. Eini 100 ymiskar biokemiskar analysur kunnu gerast á Rannsóknarstovuni.
Eitt nú hava tey eina stóra maskinu, sum uppá stutta tíð kann eyðmerkja hvat slag av bakterium er í m.a. blóðinum hjá fólki.
Tá læknin fær upplýst bakteriuslagið, veit hann hvat fyri antibiotika sjúklingurin kann viðgerast við.

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.