Bíðilistar

Bioanalytikari

Bioanalytikari

Hvussu ofta tekur Landssjúkrahúsið praktikantar?
Eftir avtalu. Tey flestu eru frá  Professionshøjskolen Metropol. Nøkur hava verið frá Næstved og Århus. Næsta ár koma tvey frá Esbjerg.

Hvussu leingi varir starvsvenjingin?
Starvsvenjingin er millum 4 - 6 vikur, alt eftir, hvat modul talan er um.

Hvussu nógv lesandi eru hvørja ferð?
Tað er sum oftast bert ein lesandi í hvørja ferð.
 
Yvirskipað krøv
Skúlarnir hava hvør síni yvirskipaðu krøv, sum tey lesandi skulu náa í starvsvenjingini. Tað verður gjørd ein avtala millum skúlan og okkum, hvat tey lesandi skulu.
Onkuntíð hava tey verið eini viku á rannsóknarstovuni á Klaksvíkar Sjukrahús ella Suðuroyar Sjúkrahús og so restina á rannóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum.

Á rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum eru 5 sergreinar og ein biobanki
 
Tey 5 serøkini eru:

1.            Klinisk immunologisk deild/Blóðbanki.
2.            Klinisk biokemisk deild
3.            Klinisk mikrobiologisk deild
4.            Klinisk patologisk deild
5.            Klinisk nuclearmedisinsk deild


Samband: Marita Simonsen, bioanalytikara undirvísari, Rannsóknarstovan, Diagnostiski depilin, T-postur: lsmarsi@ls.fo

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.