Bíðilistar

Súsanna Reinert Petersen sett sum yvirlækni í barna- ungdómspsykiatriini

16. JUNI 2020

Í mong ár var eingin serlækni í barna- og ungdómspsykiatri í føstum starvi í Føroyum, men við setanini av Súsonnu Reinert Petersen eru tær nú tríggjar í tali.

Barna- og ungdómspsykiatriin hevur verið í stórari menning seinnu árini. Talið av børnum og ungum, sum leita sær hjálp er nógv øktur og viðgerðartilboðini eru fleirfaldað. Eitt nú varð eitt dagtilboð sett á stovn í fjør, har viðgerð og greining av fer fram.

Samstundis er stórur tørvur á at veita barna- og ungdómspsykiatriskar tænastur á stovnum, sum á ymsan hátt taka sær av teimum børnum og ungum, sum eru útgreinað og sett í viðgerð á Psykiatriska deplinum.

Tað var í mars í ár, at landsstýrismaðurin í heilsumálum lat játtan til triðja serlæknan í barna- og ungdómspsykiatri og Súsanna tók við starvinum sum yvirlækni 1. mai. Súsanna og er kend á Psykiatriska deplinum, har hon hevur verið í farloyvisstarvi hetta seinasta árið.

Vit gleðast um framburðin á økinum og ynskja Súsonnu hjartaliga tillukku við starvinum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.