Bíðilistar

Rikke nýggjur patologur á Landssjúkrahúsinum

10. JANUAR 2022

Í hesi vikuni byrjar nýggjur patologur á Diagnostiska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Eingin fastur patologur hevur verið í Føroyum, síðani Maciej Kaminski gavst fyri einum árið síðani.

Nýggi serlæknin í patologi, Rikke Egede Vincentz, er formliga sett á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, men kemur at búgva og arbeiða í Havn. Gott samstarv er millum Landssjúkrahúsið og Ríkissjúkrahúsið, og tá tað er neyðugt verða royndir sendar til Danmarkar til greiningar. Rikke væntar, at tá ein tíð er fráliðin, og patologiska økið er tøkniliga ment, so megnar hon at handfara umleið 80 prosent av øllum royndnunum sjálv.

Menna Rannsóknarstovuna
Tøkniliga menningin innan patologisk rannsóknartól er stór, men í Føroyum er tólaparkin lítil og ikki nýggj. Tað hevur við sær, at nógvar patologiskar royndir ikki kunnu gerast og greinast her heima, men verða sendar til Ríkissjúkrahúsið til greiningar. Tað gevur eina longri svartíð.

Rikke Egede Vincentz væntar at verða drúgv í Føroyum, og hon vónar at kunna verða við til at menna økið næstu árini, og flyta patologiina í Føroyum inn í nútíðina.

- Málið er at skapa eitt umhvørvið, sum eggjar øðrum patologum at koma til Føroyar at arbeiða í framtíðini, men beint nú gleði eg meg bara at koma í gongd, sigur nýggi serlæknin í patologi, sum byrjar á Landssjúkrahúsinum 10. januar.

Vit ynskja Rikke hjartaliga vælkomnari á Landssjúkrahúsið.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.