Bíðilistar

Landssjúkrahúsið fer inn í H-bygningin komandi vár

6. JANUAR 2022

Landsverk er nú komið so væl ávegis við bygningsarbeiðnum í H-bygninginum, at Landssjúkrahúsið kann yvirtaka fyrsta partin av bygninginum 22. mars 2022. Tá er bygningurin liðugur innan og uttan, men enn mangla seinastu tólini, sum verða liðugt uppsett 31. mai 2022.

H-bygningurin er eitt nýbrot innan sjúkrahúsbygging og fyri Landssjúkrahúsið. H- bygningurin er bygdur afturat hinum sjúkrahúsbygninginum, og er ein samvirkin partur av øllum Landsjúkrahúsinum. Ein sera stórur og týdningarmikil partur av arbeiðnum er tískil sambindingin millum H-bygningin og verandi B0 bygningin, sum í dag er høvuðsinngongd til Landssjúkrahúsið. Tekniskur útbúnaður og flutningur á Landssjúkrahúsinum skal umleggjast og setast upp til nýggja veruleikan.

Arbeiðið at samantvinna bygningarnar er farið í gongd og væntandi verður samanbyggingin liðug 28. juni 2022. Tað einasta, sum tá restar í, er liðugtgerð av kjallaranum í H-bygninginum, sum enn ikki er byrjað. Hetta arbeiðið tekur umleið 6 mánaðir at gera og kann setast ígongd, tá neyðuga játtanin fyriliggur.

Ein bygningur til øll
Farið varð undir H-bygningin 23. februar 2015, og nú hann stendur at kalla liðugur er hann eitt stig inn í ein nýggjan heim. H-bygningurin fevnir um nýggjar medisinskar seingjardeildir, tvær háisolatiónsstovur, føði- og barnsburðardeild við tveimum neonatal serstovum, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing, sjúkrahúskøk og felags kantinu.

Staðsetingin og skapið á bygninginum geva sjúklingum og starvsfólkum ljós høli við besta útsýni. Innrættingin er gjørd sambært nýggjastu vitanini um lekjandi karmar um sjúkrahúsviðgerð. Samstundis verður brotið upp úr nýggjum, í og við at ein og sama inngongd er til allar deildir. Hetta er mangt annað við til at tryggja sjúklinginum atgongd til júst ta viðgerðina hann hevur tørv á, eisini tá tørvur er á fleiri viðgerðum samstundis.

Talan er um mest hátekniska almenna bygning, sum er bygdur í Føroyum til dags dato. H-bygningurin er 15.500 fermetrar til støddar og samlaði kostnaðurin er, tá øll tøk játtanin til H-bygningin er tikin við - 659 milliónir krónur. Tað gevur ein fermetraprís uppá umleið 42.500 krónur, sum er ájavnt við kostnaðin fyri aðrar stórar almennar bygningar í Føroyum.

Landssjúkrahúsið fær atgongd til H-bygningin seinast í mars 2022. Tá fara ymsu deildirnar undir fyrireikingarnar at gera bygningin kláran at taka ímóti sjúklingum. Landssjúkrahúsið kunnar nærri um nær H-bygningurin verður tikin fult í nýtslu.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.