Bíðilistar

Læknavaktin 1870 flytur fyribils

6. APRÍL 2020

Sum ein liður í at fyribyrgja koronasmittu á Landssjúkrahúsinum, verður Læknavaktin fyribils flutt niðan í hølini hjá Amaliu Danielsen í Kirkjustræti í Hoyvík. Læknavaktin heldur tó framvegis til á Landssjúkrahúsinum um náttina.

Tey, ið vilja hava fatur á Læknavaktini, skulu eins og áður ringja 1870.

Frá týsdegnum 7. apríl heldur Læknavaktin til á hesum støðum hesar tíðir:

• Í Kirkjustræti gerandisdagar klokkan 16 til 24.
• Í Kirkjustræti vikuskifti og halgidagar klokkan 8 til 24.
• Á Landssjúkrahúsinum frá klokkan 24 til 8 allar dagar sum vant.

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.