Bíðilistar

Kunning til barnakonur í samband við koronu

18. JANUAR 2022

Nógvar barnakonur stúra, nú koronusmittan ger serliga nógv um seg. Tí taka vit serlig atlit, tá tit koma inn á Landssjúkrahúsið.


• Tú skal vera í masku, tá tú kemur til ljósmóðirkanning ella skanning. Vit heita á teg at koma sjálv, tó undantikið til skanningina í viku 18, tá er makin vælkomin við, treytað viðkomandi er frískur.
• Tá tú verður innløgd á Føðideildini, verða tú og makin kannaði fyri koronu (uttan so, at tit hava verið smittað við koronu seinastu 12 vikurnar)
• Skalt tú hava planlagdan keisaraskurð, fært tú nærri boð um koronukanning, tá tú kemur til undansamrøðu
• Føðideildin er latin aftur fyri vitjandi

Ert tú smittað við koronu ella situr í sóttarhaldi, eigur tú ikki at møta sum vanligt til ljósmøðraviðtalu ella skanning. Tú verður í staðin biðin um at ringja til Landssjúkrahúsið á tlf. 304500 og biðja um lokalnr. 5410 og siga okkum frá.

Vit leggja síðani til rættis hvussu og nær, tú kanst verða kannað. Allar neyðugar barnakonukanningar verða gjørdar, so trygdin er í lagi. Meðan tú ert í sóttarhaldi, verður hetta tó gjørt undir serligum umstøðum, og verður tú kunnað um hetta, tá tú ringir inn.

Ert tú smittað, ella situr í sóttarhaldi, og fert í føðing, eigur tú at ringja í góðari tíð til vakthavandi ljósmóður.

• Tú og makin skulu vera í masku, tá tit koma inn
• Starvsfólkini eru í verndarútgerð undir føðingini fyri at minka um vandan fyri smittu
• Makin er vælkomin við til føðing treytað, at viðkomandi er frískur
• Eigur tú normalt, bróstagevingin gongur væl og tú og barnið eru væl fyri mæla vit til, at tit fara heim skjótast til ber
• Hevur tú átt áður og hevur góðar royndir við bróstagevan, mæla vit somuleiðis til, at tit fara heim skjótast til ber

Í verandi løtu ber tíverri ikki til at hava føðifyrireiking. Tí verður víst til føðifyrireikingina á heimasíðu okkara. Sí leinki: https://sv.ls.fo/deildir/kliniskar-deildir/lj%C3%B3smoe%C3%B0rataenasta/netborin-foe%C3%B0ifyrireiking/

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.