Bíðilistar

Hvat hevur týdning fyri teg?

9. JUNI 2020

"Hvat hevur týdning fyri teg?"

Hendan spurningin fáa nógvir sjúklingar í dag á Landssjúkrahúsinum. Flest allar seingjardeildir á Landssjúkrahúsinum luttaka í árliga og altjóða "Hvat hevur týdning fyri teg"-degnum, tá sjúklingar og avvarðandi fáa høvi at greiða frá tí, ið hevur serligan týdning í sambandi við viðgerðina ella kanningina á sjúkrahúsinum.

Royndirnar siga okkum, at hesin dagurin hevur givið starvsfólkum og deildum týdningarmikla vitan um bæði stórt og smátt, sum kann gerast øðrvísi til frama fyri sjúklingin.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.