Bíðilistar

Fólk í vandabólki kunnu bíleggja tíð til koppseting

1. JUNI 2021

Nú kunnu øll, sum eru í vandabólki, biða um tíð til koppseting, um tey eru 16 ár ella eldri. Klokkan 15 í morgin, mikudagin, kunnu øll, 16 ár ella eldri, bíleggja tíð á corona.fo.

Persónar í vandabólki hava framíhjárætt at bíleggja tíð til koppseting soleiðis, at fyrsta dagin, latið verður upp fyri koppseting í nýggjum aldursbólk, fáa hesi í serligum vandabólkum framíhjárætt at fáa sær tíð. Tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.

Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti. Nýggi aldursbólkurin, sum nú sleppur framat at bíleggja tíð, eru tey í aldrinum 16-44 ár. Tað merkir at frá klokkan 15 í morgin stendur øllum, sum eru eldri enn 16 ár, í boði at lata seg koppseta.

Tað verður tó ikki soleiðis, at øll fáa eina tíð beinanvegin, tí nokk av koppingarevni er ikki á goymslu í Føroyum. Men fólk mugu ikki falla í fátt, tí øll sleppa framat.

Seinastu vikurnar hava vit fingið um 6.800 skamtar av koppingarevni aðruhvørja viku. Sambært koppsetingarkalendaranum hava allir føroyingar, sum ynskja tað, fingið tvey prik fyrst í september.

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.