Bíðilistar

Eitt ár merkt av óvæntaðum rokningum

10. MARS 2020

Í 2019 var Sjúkrahúsverk Føroya merkt av óvæntaðum rokningum. Óvæntaðar rokningar ísv. við H-bygningin og einari rokning, sum vit helst vildu sloppið undan at sent. Á positivu síðuni kunnu vit gleðast um at hava sett fleiri føroyskar læknar í starv, og at vit støðugt kunnu bjóða betri viðgerðartilboð til okkara sjúklingar við somatiskum so væl sum psykiatriskum avbjóðingum

 

Tað var eitt hendingaríkt 2019, ið eg sum nýggjur forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya kundi siga farvæl við.

Síðani eg hevði mín fyrsta arbeiðsdag í summar her í sjúkrahúsverkinum, havi eg fingið eitt innlit í tað stóra arbeiðið, sum starvsfólkini dagliga gera fyri at fáa okkara sjúkrahúsverk at koyra, sum tað skal. Sum forstjóri fyri eitt av landsins størstu almennu arbeiðspláss havi eg ikki eftirlit við dagligu mannagongdunum á hvørjari deild, men eg síggi avbjóðingarnar, sum vit áhaldandi standa yvir fyri, og úrslitini, ið vit áhaldandi stýra eftir.

Stólurin hjá forstjóranum fyri Sjúkrahúsverk Føroya man vera ein av heitastu stólunum í føroyska samfelagnum, og hóast eg kom við eini bakgrund innan heilivágsídnaðin í viðførinum, var tað á so nógvar mátar ein nýggjur heimur, ið lat seg upp fyri mær, tá eg tók við starvinum í summar. At finna meg til rættis í hesum sermerkta starvi hevur tó gingið uppá stás við tí sera góðu móttøkuni, eg havi fingið frá starvsfólki og samstarvsfeløgum. Stóra takk fyri tað.

 

Fleiri læknar í føst størv

Hesir fyrstu 7 mánaðirnir í starvinum hava sannført meg um, at vit eiga at vera errin av okkara heilsuverki, sum á nógvum økjum hevur øðrvísi avbjóðingar enn sjúkrahús í londunum kring okkum. Millum stóru avbjóðingarnar hjá okkum er okkara fjarskotna staðseting og okkara áhaldandi tørvur á læknum. Vit hava avbjóðingar við at seta læknar í føst størv, og hetta kann hava óstabilitet og ótryggleika við sær. Men við væl virkandi staffettskipanum hevur tað eydnast at tryggja okkara sjúklingum viðgerð gjøgnum alt árið. Staffettin er ikki optimala loysnin, men tað er ein neyðug loysn, so leingi vit ikki hava læknar til føstu størvini.

Harumframt hava vit ment væl virkandi depil-til-depil avtalur við sjúkrahús uttanlands. Ein bólkur, sum hevur havt gagn av depil-til-depil skipanini, er neurologiin. Tað er sera torført at fáa fatur í neurologum, ikki einans her heima hjá okkum, men eisini í londunum rundan um okkum. Fyri at tryggja okkara sjúklingum við álvarsligum sjúkum eina virðiliga viðgerð, hava vit í 2019 fingið í lag eina serliga konsulentskipan, sum hevur karvað munandi av longu bíðilistunum til neurolog. Tað hevur ikki verið ókeypis, men tað hevur verið neyðugt, og vit gleðast um, at eitt nú Parkinson sjúklingar sleppa til neurolog við júst Parkinson sum sergrein.

Aftur í 2019 var stórur vøkstur í virkseminum í føroyska sjúkrahúsverkinum, og ongantíð áður hava so nógvar kanningar og viðgerðir verið framdar. Vøksturin, sum sæst aftur á øllum trimum sjúkrahúsunum, hevur sínar orsøkir. Fólkavøksturin í Føroyum og tað, at vit gerast alsamt fleiri eldri, ger sítt, eins og nýggj tøkni og viðgerðarhættir vinna fram. Samstundis eru vit í einari góðari tilgongd við at taka viðgerðir heim til Føroya, so sjúklingarnir sleppa frá at fara uttanlands fyri at fáa heilsubót. Hetta krevur størri læknamanning og fleiri samstørv við sjúkrahús uttanlands. Í 2019 upplivdu vit tað gleðiliga at seta fleiri føroyskar læknar í føst størv. Tveir barnalæknar, ein radiolog, ein serlækna í kvinnusjúkum, ein hjartalækna og á fyrsta sinni hava vit sett ein føroyskan onkolog í fast starv. Góða gongdin sær út til at halda fram í 2020, og hetta er avgjørt nakað at gleðast um, tí hetta er eitt beinleiðis úrslit av okkara útbúgvingarskipan fyri læknar. Tað, at læknarnir velja at koma heim aftur at arbeiða, er gott fyri okkara heilsuverk, tí tað er við til at menna serfrøðina her heima hjá okkum. Ikki minst er hetta gott fyri føroysku sjúklingarnar, ið kenna tryggleikan við at koma til føroyskar læknar.

Hagtølini hjá Sjúkraflutningstænastuni vísa, at boð vóru eftir Sjúkraflutningstænastuni 7.019 ferðir í 2019 spjatt yvir støðirnar í Sandoy, Klaksvík, Vágum, Eysturoy og í Havn. Afturat hesum koma túrarnir í Suðuroy, sum vóru 909 í tali.

 

Risafet í psykiatriini

Í oktober var stórt tiltak í Smæruni ísv. at Psykiatriin í Føroyum fylti 50. Á skránni var ein røð av spennandi fyrilestrum um sálarfrøðiliga viðgerð fyrr og nú. Nógv er hent síðani Psykiatriski depilin gekk undir navninum Hjá Árna ella Statshospitalið. Depilin hevur flutt seg frá at hava havt sjúklingar innlagdar í áravís, enntá búgvandi, og at noyðast at senda teir av landinum, til vit í dag kunnu fokusera á ambulanta viðgerð og økispsykiatri. Tvs. at vit kunnu bjóða sjúklingum viðgerð uttan at tey noyðast inn á deildina at vera.

Eitt av stóru tøkunum innan psykiatriina er økið fyri børn og ung. Barna- og ungdómspsykiatriin hevur í veruleikanum tikið nøkur risafet seinastu árini. Innan fá ár hevur deildin ment seg frá at vera ein deild við fáum starvsfólkum og áralongum bíðilistum til eina væl mannaða deild, sum tryggjar stuttar bíðitíðir og alsamt betri tilboð til børn og ung. Nýggjasta átakið hjá Barna- og ungdómspykiatriini er dagdeildin, sum lat upp í heyst. Deildin er ætlað børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum, ið ikki krevja innleggjan, men har familjan kann vera samlað í dagtímunum, meðan sjúklingurin er í viðgerð. Hetta er eitt stórt framstig fyri familjur, ið vara av børnum og ungum við sálarligum avbjóðingum.

 

Viðgerðartrygd – eisini her heima

Heilsumálaráðharrin hevur ynskt at raðfesta viðgerðartrygd til allar føroyskar sjúklingar, og hetta er eitt mál, vit taka í størsta álvara við alsamt at tryggja okkara sjúklingum bestu viðgerðarmøguleikar í samstarvi við sjúkrahús uttanlands. Fyri at røkka politisku málunum verður alneyðugt hjá okkum at gagnnýta allan kapasitetin í føroyska sjúkrahúsverkinum til fulnar. Vit fara tískil at seta meir ferð á arbeiðið at sameina sjúkrahúsverkið, so okkara sjúkrahús fara at virka saman sum ein eind. Menningin er longu stór á teimum smærru sjúkrahúsunum, og starvsfólkini arbeiða alsamt við at bjóða føroysku sjúklingunum so góð viðgerðartilboð sum gjørligt. Í samstarvi við sjúkrahúsið í Vejle kundi Klaksvíkar sjúkrahús í summar fara undir at bjóða føroyskum sjúklingum viðgerð fyri svøvnkøvu. Tilboðið var væl móttikið, og ávísingarnar til viðgerð fyri svøvnkøvu høvdu hópað seg upp, meðan bíðað hevði verið eftir tilboðnum.

Sjúklingar, ið dagliga hava pínu at dragast við, hava síðani í 2017 havt møguleika fyri at fáa hjálp á pínuklinikkini á Suðuroyar sjúkrahúsi. Klinikkin er landsfevnandi og er í dag fult mannað við lækna, sjúkrarøktarfrøðingi, sosialráðgeva, sálarfrøðingi og einum ergo- og kropsterapeuti. Umleið 200 sjúklingar eru knýttir at pínuklinikkini, og tað er at kalla ongin bíðitíð eftir at sleppa framat. Ætlanin er at gagnnýta førleikarnar á pínuklinikkini í endurvenjingarviðgerðini av sjúklingum við Parkinson. Eftir ætlan verður endurvenjingingartilboðið á Suðuroyar sjúkrahúsi veruleiki í summar.

 

Miðlar og nýggjar leiðslur

Tað er at fegnast um, at almenningurin vísir so stóran áhuga fyri okkara arbeiði, og 2019 var einki undantak. H-bygningurin og óvæntaðu útreiðslurnar í sambandi við byggingina hava fylt nógv í miðlunum – ikki minst í sambandi við løgtingsvalið í heyst. Nú vit skriva 2020, síggja vit fram til at fara undir seinasta part av byggingini, so bygningurin kann gerast liðugur og takast í nýtslu í 2021.

Eitt annað mál, ið hevur fylt nógv í heyst, er ein serliga nógv umrødd føðing á Landssjúkrahúsinum. Orsakað av at foreldrini ikki vóru búsitandi í Føroyum, og ongin avtala var gjørd frammanundan, noyddust vit at senda foreldrunum rokning fyri føðingina. Eg skal sláa fast, at hetta vóru pengar, vit ikki ynsktu okkum, men vit hava reglugerðir og kunngerðir at halda okkum til, og hóast neyva løgfrøðiliga viðgerð av málinum, var ikki annað at gera enn at senda foreldrunum rokningina. Tað gleðiliga er síðani hent, at heilsumálaráðharrin hevur broytt kunngerðina við afturvirkandi kraft.

Seinastu vikurnar hevur nýggjasta umfarssjúkan corona fylt nógv, og teir báðir fyrstu tilburðirnir í Føroyum vórðu staðfestir í farnu viku. Til tað er at siga, at Sjúkrahúsverkið spennir seg út fyri at tryggja eina so góða tilbúgving sum gjørligt.

Summarið var ein nýggj byrjan fyri okkum trý í sjúkrahúsleiðsluni, Alexandru, Hans Paula og meg, sum øll koma frá øðrum og munandi øðrvísi størvum. Kortini gekk tað skjótt at finna stevið, og vit síggja fram til at halda fram við tí góða samstarvinum, vit fóru undir í summar. Fleiri spennandi verkætlanir lógu og bíðaðu eftir okkum, sum vit eru farin í holt við. Ein teirra er felags visitatión fyri tey trý sjúkrahúsini, sum skal stytta um bíðitíðirnar hjá sjúklingum, við tað at sjúklingurin fær møguleikan at velja í millum at sleppa framat á einum útvaldum sjúkrahúsi heldur enn at bíða eftir tøkari tíð á øðrum sjúkrahúsi. Á yvirskipaðum støði eru vit spent uppá felags samleikan, sum vit í løtuni arbeiða við. Felags samleikin er eitt stórt stig á leiðini í móti, at øll trý sjúkrahúsini koma at virka sum eitt.

Eisini á Landssjúkrahúsinum hevur nýggj leiðsla við Margit, Tummasi og mær sjálvum tikið við, og eg má siga, at eg eri sera glaður fyri at vera partur av einum einum savnaðum og dugnaligum toymi við ymiskum styrkjum og royndum.

Sjúkrahúsverk Føroya er eitt gott arbeiðspláss. Her er nógv servitan savnað á einum stað, og vit eru heppin at hava starvsfólk, sum dagliga kýta seg fyri at sjúkrahúsini kunnu veita eina so dygdargóða tænastu sum yvirhøvur gjørligt. Í hesum coronatíðum fari eg at enda at heita á øll um at ansa væl eftir okkara sjúklingum og hvørjum øðrum. Spritta og vaska tær væl um hendurnar og far ikki inn á sjúkrahúsið og læknaviðtalur uttan at ringja fyrst, um tú hevur verið og ferðast í økjum, har coronasmittan ger um seg.

 

Vinaliga

Steinar Eirikstoft

Forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.