Bíðilistar

Dialysan byrjar 4. mars

22. FEBRUAR 2024
Dialysan á Suðuroyar Sjukrahúsi hevur fylt nógv í almenna orðaskiftinum hesa síðstu tíðina – bæði í almenna kjakinum, men ikki minst fyri teir sjúklingar, sum hava sitið og bíða eftir, at tilboðið um hæmodialysu gjørdist klárt.
Arbeitt hevur verið dúgliga fyri at tryggja, at sjúklingurin fær góða og trygga viðgerð við dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og nú er loksins klárt at fara í gongd.
Sjúkrahúsverkið hevur arbeitt tætt við fakfólki um karmarnar runt viðgerðina, og hevur fingið fakligt tilmæli umvegis Dansk Nefrologisk Selskab um, at dialysuviðgerð kann veitast á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Málið um dialysuna hevur verið ein longri tilgongd, har fleiri partar av Sjúkrahúsverkinum hava arbeitt ótroyttiliga saman, um at finna eina loysn. At vit nú eru komin á mál vísir styrkina, sum liggur í einum sameindum Sjúkrahúsverki.
Sjúkrahúsverkið hevur givið boð um, at dialysuviðgerðin skal setast í gongd á Suðuroyar Sjúkrahúsi frá 4. mars 2024.
 
Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum
og
Hanus Toftheyggj, stjóri í Sjúkrahúsverkinum

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.