Bíðilistar

Corona: 14 fólk eru avbyrgd

5. MARS 2020

Eftir at fyrsti føroyingurin hevur fingið staðfest corona-virusið, eru í alt 14 fólk avbyrgd.

Tað hevur Lars Fodgaard Møller, landslækni, gjørt av, eftir at hann hevur kannað teir persónar, sum smittaði føroyingurin hevur verið í samband við.

Tað er framvegis bara ein persónur í Føroyum, sum hevur fingið staðfest corona-virusið. Hini trý í húsarhaldinum hjá viðkomandi eru øll kannað, og øll úrslitini vóru negativ.

Smittaði føroyingurin og húski hansara verða øll avbyrgd við hús komandi 14 dagarnar.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.