Bíðilistar

Summarfundur á Landssjúkrahúsinum við læknalesandi

5. JULI 2023

Aftur í ár skipar Sjúkrahúsverkið fyri summarfundi við tey læknalesandi. Fundurin verður hildin tann 20. juli kl. 14 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Fleiri enn 100 føroyingar lesa til lækna uttanlands. Tey flestu í Keypmannahavn og aðrastaðnis í Danmark, men eisini í eitt nú Póllandi.

Seinnu mongu árini hevur verið skipað fyri fundi á Landssjúkrahúsinum við tey læknalesandi, har tey lesandi hava høvið at kunna seg um Sjúkrahúsverkið sum arbeiðspláss, og hvørjir møguleikar eru fyri útbúgvingarstørvum heima í Føroyum.

Fyri Sjúkrahúsverkið er fundurin ein góður møguleiki at halda samband við tey læknalesandi, sum ofta eru uttanlands í mong ár. Framvegis er læknatrot í Føroyum og tí er umráðandi at varðveita góðu sambondini.

Skráin fyri fundin er hendan:

- Vælkomin v/Elin Holm, yvirlækni
- Umboð frá Stjórn heilsar uppá
- Umboð fyri yngri læknar siga frá sínum starvi
- Status viðvíkjandi útbúgving av yngri læknum
- Spurningar frá læknalesandi

Fundurin verður sum nevnt hildin í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum tann 20. juli kl. 14. Tilmelding er ikki neyðug.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.