Bíðilistar

Sanne Storm leggur fram um barnsburðartunglyndi í Kongshøll mikudagin 7. juni kl. 15

7. JUNI 2023

Mikudagin 7. juni fer granskarin Sanne Storm at leggja fram týdningarmestu úrslitini í landsfevnandi kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum kvinnum, meðan tær eru við barn og eftir at tær hava átt. Framløgan, sum er almenn, er í Kongshøll klokkan 15.

Við støði í landsfevnandi kanning av 424 føroyskum kvinnum, hevur granskarin Sanne Storm skipað tvørfakligt samstarv millum jarðamøðratænastuna, Gigni, og Psykiatriska Depilin, at finna fram til trivnað og sálarligu heilsustøðuna, meðan kannaðu kvinnurnar eru við barn. Talan er um hagfrøðiliga samanberandi gransking, har málið hevur verið at finna fram til, hvørt samsvar er millum tær kvinnur, ið ikki kendu seg væl meðan tær vóru uppá vegin, og kvinnurnar, ið ikki kendu seg væl eftir barnsburðin.

Annan vegin avdúkar kanningin nøkur almenn viðurskifti, ið vísa, hvussu trivnaðurin kann verður settur í vanda, og skapa størri sannlíki fyri mistrivnaði, soleiðis at barnsburðartunglyndi kann taka seg upp undir viðgongu og eftir barnsburð. Men hinvegin avdúkar kanningin eisini viðurskifti, ið eru tengd at staðbundnari mentan og tískil sprottin úr serligum føroyskum viðurskiftum.

- Kanningin avdúkar til dømis tann púra óvæntaða vandan, ella signifikanta risikofatorin, ið ger seg galdandi, tá mamman, ið er uppá vegin ella nýligani hevur átt, býr í sama húsi sum foreldrini ella verforeldrini, sigur Sanne.

Øll eru vælkomin!

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.