Davið Guðnason er júst liðugur við serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hann hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaskipanini.
Undir útbúgving hevur Davið Guðnason í tveimum umførum verið í viðtaluni hjá Kára Jacobsen, kommunulækna í Miðlon, og hetta seinasta árið hevur hann verið í viðtaluni hjá Róa á Kósini, kommunulækna á Tinghúsvegi 70.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Ein lækni verður eftir ætlan liðugur 31. august 2023.
Á Landssjúkrahúsinum fegnast vit um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.
Landssjúkrahúsið ynskir Davið hjartaliga tillukku við serlæknaútbúgvingini og blíðan byr.
Á myndini eru Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, Davið Guðnason, serlækni í almennum medisini og Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya