Bíðilistar

So verður føðifyrireiking aftur á skránni

17. MARS 2022

Mikudagin 23. og 30. mars verður skipað fyri føðifyrireiking fyri allar barnakonur við maka í Løkshøll í Runavík kl. 17.00-19.00. Tað er ókeypis at luttaka.

Føðifyrireikingin er skipað í tveir partar:
Fyrri partur er um seinastu tíðina í viðgonguni, um føðing, arbeiðið við verkjum og pínulinnandi møguleikum.

Næsti partur er um tíðina beint eftir føðingina, um okkurt er óvanligt, um bróstageving og barsil.
Sum nakað nýtt koma fysioterapeutar eisini at vera við. Fysioterapeutarnir vegleiða um endurvenjing v.m.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.